Uttanlands

Oljuprísurin nærkast 60 dollarum

Síðani oljuprísurin var í hæddini við 86 dollarum í oktober í ár, er hann nú kavaður til umleið 63 dollarar og harvið lækkaður við 30% í bara seks vikur

2018-11-21 17:33 Author image
Jan Müller

 

 

Eftir at hava verið 86 dollarar fyri tunnuna í oktober, er oljuprísurin nú kavaður so mikið nógv, at hann eitt skifti týskvøldið var 61,71 dollarar, tað lægsta í ár. Oljuprísurin er lækkaður við 30%, síðani hann var í hæddini 3. oktober.

Vit skulu heilt aftur til 2017 við einum oljuprísi uppá góðar 60 dollarar fyri at finna ein so mikið lágan oljuprís sum hann er í løtuni. Orsøkirnar til lækkandi oljuprísin kunnu vera fleiri. Ein er rætt og slætt munurin millum útboð og eftirspurning. Eisini óttin fyri, at búskaparvøksturin skal steðga er enn ein orsøk. Somuleiðis stóru amerikansku goymslurnar, sum eru vaksnar seinastu vikurnar. Og síðani mongu ymisku útmeldingarnar frá amerikanska forsetanum um iransku oljuna.

Roknað verður við at Opec londini í desember fara at lækka framleiðsluna við upp til 1,4 mió. tunnum um dagin. Men orsakað av væntandi globalum vøkstri kann lækkingin hjá Opec kortini ikki vera nóg mikið til at hækka oljuprísin aftur.

Ein av avbjóðingunum á oljumarknaðinum eru skiftandi útmeldingarnar hjá amerikanska forsetanum, sum fyrst hótti við at steðga øllum iranska oljuútflutninginum, fyri síðani at geva londunum, sum keypa størsta partin av framleiðsluni, undantak. Mett varð at amerikanska boykottið for at taka 2 mió tunnur av iranskari olju av marknaðinum, men so bleiv ikki. Nettup hesar gitingar gjørdu, at oljuprísurin vaks nógv herfyri.

Mikumorgun hækkaði oljuprísurin eitt sindur eftir stóru afturgongdina dagin fyri til góðar 63 dollarar.

Tað ljóðar, at tíðindini um, at USA ikki fer at revsa Saudi Arabia fyri Khashoggi morðið, hava fingið Saudi Arabia til ikki at leggja seg út í  støðuna á marknaðinum, tvs. at landið fer ikki at fremja tiltøk, sum hava við sær, at oljuprísurin hækkar munandi aftur. Trump forseti hevur seinnpartin alment takkað Saudi Arabia fyri ikki at ávirka oljuprísin skeiva vegin og sigur, at nú má prísurin uppaftur longur niður. Hetta stríðir tó ímóti ætlanini hjá Saudi Arabia og Opec at lækka munandi um framleiðsluna í desember.