Uttanlands

Oljuprísurin neyvan 100 dollarar aftur

At tosa um ein framtíðar oljuprís uppá 100 dollarar hevur meira við fantasi enn veruleika at gera sigur greinari hjá fyritøkuni Citigroup

Saudi Arabia hóttir við prískríggi, um ikki Opec lond sum Angola og Nigeria halda seg til semjuna at lækka oljuframleiðsluna

Saudi Arabia hóttir við prískríggi, um ikki Opec lond sum Angola og Nigeria halda seg til semjuna at lækka oljuframleiðsluna

2020-07-04 16:14 Author image
Jan Müller

 

Greinari frá fyritøkuni Citi Group sigur sambært Bloomberg, at tað hevur als einki við veruleikan at gera at tosa um framtíðar oljuprísir uppá 100 dollarar ella meira. Tað er tann beri fantasiiur. Annars hava fleiri greinarar seinastu tíðina verið frammi við metingum um ein møgligan framtíðar oljuprís oman fyri 100 dollarar, tá korona er farið aftur um bak og samferðsluhjólini eru farin at mæla aftur við fullari ferð, og harvið eftirspurningurin eftir olju aftur er farin at vaksa.

Greinarin vísir eisini á, at ein oljuprísur í næstu framtíð uppá 45 dollarar er nógv meira sannlíkur enn ein uppá 60 dollarar, sum eisini hevur verið við í fleiri metingum. 

Tað er heldur ikki sannlíkt, at oljuprísurin fer at venda aftur til tað hann var undan koronakreppuni. Hetta er eisini í tráð við tað nógvir aðrir greinarar og búskaparfrøðingar meta um støðuna eftir korona. Teir halda, at eftirspurningurin fer ikki at hækka munandi aftur.

Aftrat hesum koma so eisini tíðindini um, at Saudi Arabia hevur hótt lond í Opec, sum ikki vilja halda seg til semjuna at lækka framleiðsluna, sjálvt at seta tiltøk í verk so sum at selja sína olju nógv bíligari.

Semjan í Opec+ um at skerja framleiðsluna við 9,6 mió. tunnum um dagin gongur ikki út fyrr enn seinast í hesum mánaðinum. Saudi Arabia kom við somu hóttan móti Russlandi í mars, tá landið ikki vildi taka undir við at lækka framleiðsluna. Tá setti Saudi Arabia tiltøk í verk, sum til endans fekk Russland at ganga við til ein skerjing av framleiðsluni.

Nú hóttir Saudi Arabia við nýggjum prískríggi, nevniliga at brúka sína styrki sum heimsins størsti oljuframleiðari, ímóti teimum londum, sum ikki vilja halda avtaluna um  skering.  Spennandi verður tí at síggja, hvat lond í Opec so sum Angola og Nigeria, fara at svara aftur uppá hóttaninar frá Saudi Arabia. Londini hava áður boðað frá, at tey eru ikki enn tilreiðar at minka um sína framleiðslu.

Tíðindini vilja eisini vera við, at sjálvt um Saudi Arabia varðveitir sína skerjing av framleiðsluni, sum er tann størsta minkingin í 30 ár, so er ikki vist, at tað fer at fáa oljuprísin at hækka aftur.