Uttanlands

Oljuprísurin nú omanfyri 81 dollarar

So høgur hevur hann ikki verið síðani prísfallið í 2014. Greinar gita, at prísurin kann enda á 90 og entá 100 dollarum

Trump forseti krevur fullkomið boykott av Iran, og at Opec økir um framleiðsluna. Tað hevur Opec nú víst aftur

Trump forseti krevur fullkomið boykott av Iran, og at Opec økir um framleiðsluna. Tað hevur Opec nú víst aftur

2018-09-24 22:36 Author image
Jan Müller

Oljuprísurin fór í morgun upp um 80 dollarar og var í kvøld omanfyri 81 dollarar fyri tunnuna. Hetta er tað hægsta síðani prísfallið í 2014. Greinarar tosa nú um, at oljuprísurin kann fara heilt upp á 90 dollarar og entá 100 dollarar seinni í ár. Hetta ikki minst orsakað av amerikanska boykottinum av Iran, sum rættiliga fer at gera um seg fyrst í november. Endamálið hjá USA er at steðga øllum útflutningi av olju úr Iran, men tað fer so aftur at gera, at tørvur verður á olju á heimsmarknaðinum. Amerikanski forsetin hevur annars roynt at fáa Opec londini til at økja um sína framleiðslu fyri at lækka oljuprísin. Men londini í Opec hava saman við Ruslandi júst gjørt av, at tey fara ikki at lurta eftir Trump men hava avgjørt, at tey varðveita verandi framleiðslu.

Annars vísir frágreiðing frá Opec, at altjóða oljuframleiðslan fer at røkka nýggjum hæddum komandi fimm árini. Opec roknar við, at altjóða eftirspurningurin eftir olju fer at liggja um 112 mió. tunnur uim dagin í ár 2040. Í dag er nýtslan næstan 100 mió. tunnur um dagin. Tað er serstakliga á flutningsøkinum, at vaksandi nýtslan er at finna. Her er tað so serliga innan flogferðsluna, at nýtslan fer at vaksa fram til 2040 við 2,2% um árið. Størsti vøksturin liggur tó í flutningi á landi, har tað verður mett, at talið á bilum í heiminum fer at vaksa úr 1,1 mia. bilum til 2,4 mia. bilar í 2040. Av hesum 2,4 mia. bilum verður roknað við, at í minsta lagi 320 mió. bilar og í mesta lagi 720 mió. fara at vera elriknir bilar – tó alt eftir hvussu skjótt elbilamarknaðurin fer at vaksa. Um so er at talið á elbilum fer at liggja um tær 720 mió. so fer eftirspurningurin eftir olju at minka til 109 mió tunnur um dagin móti 111,7 mió. tunnum sigur Opec sambært The Guardian.