Uttanlands

Oljuprísurin tann hægsti í 11 mánaðir

Mánamorgun hækkaði oljuprísurin til góðar 53 dollarar fyri tunnuna, tann hægsti síðani februar í fjør

2021-01-04 13:16 Author image
Jan Müller
Móti ársenda var oljuprísurin knappar 52 dollarar fyri tunnuna, men hækkaði so við 2,63% mánamorgun, sum er tað hægsta í 11 mánaðir. Høvuðsorsøkin til ein hægri oljuprís er ein lækkandi dollari. 
 
Nú verður so bíðað eftir fundi í Opec+ í dag, har støða skal takast til framleiðsluna í februar. . Greinarar halda, at londini fara av avmarka framleiðsluna aftur orsakað av nýggju koronabylgjuni, sum hevur tikið seg upp í fleiri londum.
 
Sambært Finansavisen segði aðalskrivarin í Opec, Mohammad Barkindo, sunnudagin, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa við 5,9 mió. tunnum um dagin til 95,9 mió. tunnur um dagin í hesum árinum, kortini sær felagsskapurin stóra óvissu við eftirspurninginum í fyrru helvt av 2021. 
 
“Vit síggja byrjanina til at steðga minkandi íløgunum, mistum arbeiðsplássum og eini ógvusligari niðurgongd í eftirspurninginum eftir olju,” segði Barkindo.
 
Prísurin var við ársenda í 2020 20% niðanfyri meðalprísin í 2019. Á fundi herfyri avgjørdi Opec at vaksa um framleiðsluna aftur við 500.000 tunnum í januar, hetta grundað á ein mettan vøkstur í eftirspurninginum. Opec londini samdust eisini um at hittast aftur hvønn mánað fyri at viðgera framleiðsluna. 
 
“Vit rokna við, at Opec fer at strika nýggjar framleiðsluhækkingar í februar, nú fleiri verða smittað, og koppsetingin eftir øllum at døma gongur seinni enn ætlað,” siga greinarar frá Energy Aspects og RBC Capital til Reuters.