Uttanlands

Oljuprísurin verður 100 dollarar við árskiftið

Oljugreinarar og handilsfyritøkur meta, at oljuprísurin fer at hækka fyrst til 90 og síðani til 100 dollarar komandi mánaðirnar

Orkuráðharrin í Saudi Arabia ætlar sær ikki at gera eftir boðum frá Trump forseta og hækka framleiðsluna av olju

Orkuráðharrin í Saudi Arabia ætlar sær ikki at gera eftir boðum frá Trump forseta og hækka framleiðsluna av olju

2018-09-26 07:59 Author image
Jan Müller

Prísurin fyri eina tunnu av olju fer skjótt at røkka 100 dollarum. Hetta metir oljuhandilsfyritøkan Mercuria Energy Group Ltd sambært Ritzau/AP.

Orsøkin til hesa gongdina í oljuprísinum er tann, at iranski útflutningurin av olju skjótt minkar niður í lítið og einki, tí USA hevur sett í gildi sanktiónir av Iran og harvið eisini av útflutninginum av olju. USA hevur eisini hótt lond, sum ætla at halda fram við at keypa olju frá Iran eftir 4. november við sanktiónum. Tað hevur við sær, at sanktiónirnar móti Iran uttan iva fara at merkjast sera væl. Í dag letur Iran 2 mió tunnur av olju um dagin út á heimsmarknaðin skrivar Bloomberg News. Og um henda nøgdin brádliga hvørvur, so verða onnur lond ikki før fyri at lata so stóra nøgd á marknaðin fyri at fáa javnvág íaftur metir Mercuria. Síðani Opec londini í hesi vikuni gjørdu av ikki at økja um sína framleiðlsu og harvið ikki at ganga ímóti áheitanini frá amerikanska forsetanum at økja sína framleiðslu á møti, tykist støðan rættiliga fastløst. Og hetta er orsøkin til, at metingar nú siga, at oljuprísurin kann fara upp um 100 dollarar seinni í ár.

Aðrar fyritøkur, sum handla við olju, eitt nú Tarfigura Group, meta, at oljuprísurin fer at liggja um 90 dollarar á jolum, og at prísurin fer at vera 100 dollarar tíðliga í 2019. Tað eru fýra ár síðani, at oljuprísurin seinast var omanfyri 100 dollarar. Prísurin á olju er hækkaður við nærum 20% í 2018, og hann er hækkaður við 40% síðani Trump tók við sum forseti.

Trump hevur annars aftur á Twitter kravt av Opec, at tey hækka framleiðsluna í stundini, soleiðis at tað lækkar oljuprísin. Kortini hevur Opec á fundi í vikuskiftinum víst aftur amerikanska kravinum og fer at varðveita verandi framleiðslu. ”Eg ávirki ikki prísir, segði orkuráðharrin í Saudi Arabia, Khalid al-Falih eftir Opec fundin. Hann leggur aftrat, at Opec fer at framleiða tær nøgdir, sum verða eftirspurdar.