Uttanlands

Oljurørleiðing í USA aftur virkin

Ein umfevnandi oljurørleiðingsskipan í eystara partinum av USA, sum varð stongd fyri viku síðani, er nú aftur virkin.

2021-05-13 13:44 Author image
Jan Müller

Tað hevur eydnast felagnum, sum umsitur rørleiðingina og sum veitir bensin, diesel og olju til 45% av brúkarunum í fleiri statum á eysturstrondini, at fáa gongd á aftur virksemið. Hetta hevur við sær, at eitt nú milliónir av bileigarum aftur kunnu fylla tangarnar, og stovnar og virki  fáa nú aftur tær oljuvørur teimum tørvar.

Teldusníkar við uppruna í Ruslandi fingu heldur ikki ætlaða loysipeningin uppá 50 mió. kr., ið teir høvdu kravt. Orðaskiftið hevur tikið seg upp í USA eftir álvarsligu hendingina, um og landið er nóg væl tryggjað móti slíkum kriminellum teldusníkum, sum megna at hakka seg inn á dataskipanir hjá bæði privatum og tí almenna. Víst verður á, at týðandi fyritøkur og stovnar eru als ikki fyrireikað uppá, at hakkarar kunnu leggja teirra telduskipanir lamnar.