Uttanlands

Oljusemja loksins veruleiki

Flestu av heimsins oljuframleiðarum eru í kvøld loksins vorðnir samdir um at skerja oljuframleiðsluna munandi.

Videofundirnir seinastu dagarnar millum oljuframleiðandi lond og fyritøkur hava eftir øllum at døma givið úrslit, nú oljuframleiðarar kring heimin vilja skerja framleiðsluna við 10 til 15 mió. tunnum um dagin.

Videofundirnir seinastu dagarnar millum oljuframleiðandi lond og fyritøkur hava eftir øllum at døma givið úrslit, nú oljuframleiðarar kring heimin vilja skerja framleiðsluna við 10 til 15 mió. tunnum um dagin.

2020-04-12 23:49 Author image
Jan Müller

Í kvøld eru flestu av heimsins oljuframleiðarum vorðnir samdir um at skerja oljuframleiðsluna við nærum 10 mió. tunnum av olju um dagin. Hetta boðaðu londini frá í kvøld. Skerjingin av framleiðsluni er søgulig, tí hon er tann størsta nakrantíð. Niðurskurðurin er umleið 10% av samlaðu heimsframleiðsluni um dagin og fer hann at fara fram í tíðarskeiðinum mai til juni í ár og síðani at halda fram í minni mun til miðskeiðis í 2022. Avtalan er í fyrsta lagi gjørd millum Opec og Russland og nøkur lond aftrat. Hon hevur fingið fulla undirtøku frá G20 londunum, og størsta forðingin - at fáa Meksiko at vera part av avtaluni - kom uppá pláss seint sunnudagin.

Tað var hósdagin, at Opec og Russland samdust um at avmarka framleiðsluna við umleið 10 mió. tunnum, men kortini hevur Meksiko ikki viljað gingið við til allar skerjingarnar. Nú ljóðar, at Saudi Arabia hevur góðtikið, at skerjingin hjá Meksiko verður væl minni enn ætlað. Væntandi fara londini at kunna um semjuna seint sunnukvøld, tvs. væl áðrenn børsirnir kring heimin lata upp mánamorgun.

Hóast søguligu avtaluna, so halda fleiri eygleiðarar ikki, at skerjingin av framleiðsluni er nóg stór til tess at kunna fáa oljuprísin á eina meiri stabila og hægri legu.

Spennandi verður tí nú at frætta, um G20 londini halda orð og vilja minka um teirra framleiðslu við 5 mió. tunnum samanlagt, sum hevur ligið í kortunum, og sum fær samlaða niðurskurðin at vera uppá 15 mió. tunnur.  

Greinarar halda, at oljuprísurin fer at vera niðanfyri 30 dollarar, tá børsurin letur upp mánadagin.Hann er í løtuni umleið 31 dollarar. 

Hildið verður at tað er ikki gott fyri samanhaldið í Opec+ og G20 londunum, at Meksiko sleppur undan at skula minka um sína framleiðslu í sama mun sum hini londini. Tað fer at ganga út yvir moralin og framtíðar viljan at standa saman um skerjingar. Fleiri oljuframleiðandi lond eru nógv verri fyri enn Meksiko, tá talan er um at minka um framleiðsluna. So Meksiko sleppur ov væl halda greinarar.

Nú verður so bíðað eftir, at G20 londini ganga við til eina ítøkiliga skerjing av framleiðsluni við 5 mió. tunnum. Sambært greinarafyritøkuni Rystad Energy fer oljueftirspurningurin at minka við 28 mió. tunnum um dagin í apríl og 21 mió. tunnum í mai. Hetta orsakað av koronakreppuni. Framvegis er metingin tann, at ein skerjing uppá 10 til 15 mió. tunnur um dagin er alt ov lítil til at hava veruliga ávirkan á oljuprísin. Tað eru teir greinarar, sum halda, at oljuprísurin kann fara so langt niður sum undir 10 dollarar, um eftirspurningurin orsakað av koronasóttini fer at vera verandi so lágur ella minka uppaftur meira.