Uttanlands

Oljuútbygging við føroyska markið útsett í eitt ár

Avgerðin um at útbyggja stóru oljukelduna Cambo skamt frá markinum er útsett til 2021

2020-03-30 15:55 Author image
Jan Müller

[object Object]

 

Metlági oljuprísurin og koronasmittan hava nú eisini avleiðingar fyri eina av teimum stóru ætlaðu oljuútbyggingunum á Atlantsmótinum.

Oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell kunna í morgun um, at avgerðin um at fara undir at útbyggja stóru oljukelduna Cambo skamt frá føroyska markinum og sum skuldi takast í hesum í hesum árinum, verður útsett til seinnu helvt av 2021.

Mett verður at Cambo goymir 900 mió. tunnur av olju og fevnir fyrsti parturin av útbyggingini um tær fyrstu 150 mió. tunnurnar, sum skuldu takast upp við einum framleiðsluskipi, FPSO.

Cambo, sum var funnið í 2002, liggur einans fáar kilometrar frá føroyska markinum. Í 2018 var ein sera væleydnaður metingarbrunnur boraður á kelduni. Tað hevði so eisini við sær, at oljufelagið Shell keypti 30% av loyvinum og er harvið við til at tryggja eina møguliga útbygging, sum tá verður tann framleiðandi oljukeldan, sum liggur næst Føroyum. 

Stjórin í Siccar Point Energy, Jonathan Roger, sigur, at avgerðin at útbyggja verður útsett til meira vanligar tíðir og leggur avgjørdur aftrat: “Cambo keldan er ein sera attraktiv útbygging við eini góðari fíggjarstøðu.

Oljustjórin leggur aftrat, at Siccar Point, sum verður fíggjað av privatum grunnum, hevur gott fíggjarligt grundarlag at virka víðari út frá komandi tvey árini. Felagið fer so at halda fram við samstarvinum við veitarafyritøkur, sum koma at vera partur av framtíðar útbyggingini og annars at brúka bíðitíðina til at gera alla útbyggingina meira lønandi.

Áhugavert er eisini at merkja sær, at felagið hevur søkt myndugleikarnar, OGA, um eina víðkan/leingjan av loyvi, sum eftir øllum at døma er upp at føroyska markinum. Tað kunnu vera góð tíðindi fyri føroyskar oljumyndugleikar, sum fegnir síggja, at feløg í 32. bretsku útbjóðingini herfyri, eisini søktu um loyvi upp at markinum.

Fyri stuttum frætti oljuportalurin, at tað vóru feløg, sum høvdu víst áhuga fyri loyvum nær markinum. Tað fara vit at frætta meira um í komandi mánað.