Innanlands

Skipini hjá Skansi Offshore nú møguleika fyri at taka ímóti landstreymi

Reiðaríið tók í 2018 avgerð um at gera íløgu í skipan, sum ger tað møguligt at taka ímót landstreymi

22. august 2019 fekk Kongsborg, sum tað seinasta skipið í flotanum, góðkent sína skipan.

22. august 2019 fekk Kongsborg, sum tað seinasta skipið í flotanum, góðkent sína skipan.

2019-08-23 10:54 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tað merkir, at har sum tað er møguligt at taka ímóti landstreymi, nýtast skipini ikki at hava ein diesel generator koyrandi, meðan skipið er við kai sigur Skansi í tíðindaskrivi.

[object Object]

Í Norra er møguligt at taka ímóti landstreymi í fleiri havnum, eitt nú Bergen, Stavanger og Florø, har Skansi hevur nógv virksemi. Elprísir eru lutfalsliga lágir, og elframleiðslan í Norra er grøn.

Hetta ger veruliga ger mun á umhvørvið.

Globalu útlátini minka, samstundis sum lokal luftdálking frá skipum, sum liggja við kai, verður burtur.

Eisini verður larmur frá skipi burtur til gagns fyri manningina, og tey, sum búgva í nærumhvørvinum.

Skansi Offshore eigur og rekur 5 nýmótans frálandaskip.

Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 130 starvsfólk, harav 120 sjófólk.