Uttanlands

Onnur bylgja av korona rakar oljuprísin meint

Oljuprísurin lækkaði mánamorgun við 4,6% til góðar 35 dollarar fyri tunnuna

2020-11-02 12:16 Author image
Jan Müller

Nú ein nýggj bylgja av korona, serstakliga í Evropa og USA, er farin at gera um seg við tí avleiðing, at mong lond seta nýggj tiltøk í verk, sæst tað alt fyri eitt aftur í einum lækkandi oljuprísi. Sambært Financial Times lækkaði oljuprísurin mánamorgun við 4,6% til 35,74 dollarar fyri tunnuna. Nýggju útbrotini av korona hava stongt niður nógv av virkseminum kring allan heim. Og hetta sæst ikki minst í fleiri av londunum í Evropa.

Eftirspurningurin eftir olju er eisini lækkaður um somu tíð. Metingar siga, at oljuframleiðslan kann fara at minka so mikið nógv, at  framleiðslan í heiminum í komandi tíð fer at lækka til  88 til 89 mió. tunnur um dagin. Undan koronakreppuni var framleiðslan omanfyri 100 mió. tunnur um dagin. OPEC hevði annars roknað við eini framleiðslu uppá 95 mió. tunnur um dagin seinastu mánaðirnar í ár. Nú er stór óvissa um hesa metingina. Eisini amerikanska forsetavalið hevur ávirkan á oljuprísin. Valevnið hjá demokratunum, Joe Biden, er nevniliga fortalari fyri at skunda undir menningina av varandi orku og sum frálíðir at fara burtur frá fossilum brennievnum. 

Hóast útlitini fyri einum lágum oljuprísi, so er tó langt til støðuna fyrr í ár, har oljuprísurin í USA gjørdist negativur eitt skifti. Prísurin hevur í eina tíð hildið sær um teir 40 dollararnar, men nú korona aftur ger um seg í nýggjari bylgju, kann tað fáa stórar avleiðingar fyri bæði eftirspurning og prís. Í londum sum Frakland, Bretland og Týskaland, eru útlit til, at nógv av virkseminum í komandi tíð fer at minka munandi. Hesi londini standa í dag fyri umleið 6% av samlaðu orkunýtsluni.