Uttanlands

Opec: Lægsti eftirspurningur eftir olju í 30 ár

Koronavirussið er atvoldin til metlága eftirspurningin eftir olju

2020-04-17 14:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Samgongan av oljuframleiðandi londum, Opec, roknar við lægsta eftirspurninginum eftir olju í meira enn 30 ár, nú koronavirussið er um at taka hvørkratak um heimsbúskapin. Tað skrivar Bloomberg.

Sambært eini frágreiðing frá Opec verður tørvurin hjá tess 13 framleiðandi limum undir 20 mió. tunnur. So lítið hevur felagsskapurin ikki framleitt síðani 1989. Herfyri samtyktu Opec og onnur lond at lækka framleiðsluna við 10%. Hetta hendir eftir eina stóra niðurgongd í eftirspurninginum í kjalarvørrinum á koronasóttini, sum hevur lagt stóran part av flogferðsluni lamna eins og annan flutning og virksemi kring allan heim. Brúk er rætt og slætt ikki fyri stórum parti av oljuni í løtuni, nú nógvir búskapir kring heimin eru heilt steðgaðir upp.

Frágreiðingin er gjørd fyri, at limirnir í Opec, sum jú hava bundið seg til at skerja framleiðsluna, ikki royna at sleppa sær undan at fremja niðurskurðir í verki. Tað er eftir øllum at døma ikki óvanligt, at lond í Opec, sum ganga við til skerjingar, kortini halda fram við at framleiða sum tey plaga, og tað er henda boðskapin leiðslan í Opec vil hava út til sínar limir.

Tað vísir seg annars , at tølini og metingarnar frá Opec og hjá IEA, sum umboðar brúkaralondini, oftani eru ymisk. Meðan tølini hjá Opec eru meira bjartskygd við eini minking í eftirspurninginum uppá 6,8 mió. tunnur um dagin í 2020, so liggja tølini hjá IEA omanfyri 9 mió. tunnur um dagin.

placeholder