Uttanlands

Opec og Rusland semjast um at lækka oljuframleiðslu

Lækkingin verður uppá 1,3 mió. tunnur um dagin og merkti tað alt fyri eitt oljuprísin, sum hækkaði við 4,5% til góðar 63 dollarar. Frammanundan hevði hann verið góðar 58 dollarar.

2018-12-08 13:19 Author image
Jan Müller

Eftir eina heldur óvanliga óvissu um komandi framleiðslulækkingina av olju hósdagin, har Opec fyri fyrstu ferð í fimm ár mátti staðfesta, at semja var ikki um at lækka oljuframleiðsluna, hava londini í Opec og Rusland fríggjadagin gjørt eina semju um at lækka framleiðsluna við millum 1,2 og 1,3 mió. tunnum um dagin. Opec lækkar framleiðsluna við 0,8 mió. tunnum og onnur samstarvslond lækka við 0,4 mió. tunnum. Av hesum verður lækkingin hjá Ruslandi 250.000 tunnur. Upprunaliga varð ætlanin hjá Saudiarabia, at lækkingin skuldi vera uppá 1,5 mió. tunnur. Nú hava londini so skarvað nakað av upprunaligu lækkingini. Hetta hevði eisini beinanvegin við sær, at oljuprísurin hækkaði við 4,5% til til umleið 63 dollarar fyri tunnuna. Í dag er hann so nakað lægri aftur knappar 62 dollarar.  Hetta skriva bæði Reuters og Wall Street Journal.

Enn ein avbjóðing fyri Opec var avgerðin hjá Qatar at taka seg úr felagsskapinum. At londini kortini megnaðu at semjast verður mett sum ein sigur fyri Opec-felaggskapin. Í Opec er hýrurin góður, nú tað hevur eydnast at standa saman enn einaferð, og líkt er til, at Opec fer at halda fram við sínum arbeiði sum higartil og tvs. at vera tilreiðar at minka ella hækka framleiðsluna fyri at kunna halda oljuprísinum á einum fyri tey nøktandi støði.

Um sama mundið er støðugt vaksandi amerikanska skiferframleiðslan ein stór avbjóðing fyri Opec og Rusland. Neyvan fer tað annars at fella í góða jørð hjá amerikanska forsetanum, at Opec og Rusland semjast um at lækka framleiðsluna. Hann hevði frammanundan heitt á londini um at hækka framleiðsluna fyri at fáa oljuprísin uppaftur longur niður. Enn ein avbjóðing í øllum hesum er eisini, at Iran , sum í løtuni er hótt av amerikanska boykottinum kortini sleppur undan at minka um sína framleiðslu í hvussu er fyribils. Landið framleiðir í løtuni nærum somu nøgd sum áður, nú USA hevur givið stóru keyparalondunum av iranskari olju undantøk fyri at keypa úr Iran.

Aftrat øllum hesum kemur so spurningurin um, hvussu altjóða marknaðurin fer at bera seg at, eitt nú um altjóða búskaparvøksturin fer at minka og harvið eisini minka um eftirspurningin eftir olju, og vit tá aftur fáa ov nógva olju aftur á marknaðin.