Uttanlands

Opec og Rusland skerja oljuframleiðslu

Tað fekk oljuprísin at hækka í morgun

2020-02-07 16:11 Author image
Jan Müller

Oljuprísurin hækkaði nakað fríggjamorgun, eftir at Rusland gjørdi av at taka undir við avgerðini hjá OPEC at skerja oljuframleiðsluna. Hetta hendir eftir, at eftirspurningurin av olju er minkaður munandi, nú Kina roynir at fáa bilbugt við corona virussjúkuna, ið hevur elvt til, at nærum øll framleiðslutólini í Kina eru steðgað upp. Tað hevur ávirkað heimsmarknaðin.

Oljuprísurin var í morgun 55,10 dollarar. Seinnapartin hósdagin var hann 54,76 dollarar. Ráðgevarar hava mælt Opec til at minka um framleiðsluna við 600.000 tunnum. Opec hevur síðani ársbyrjan lækkað framleiðsluna við 500.000 tunnum til 1,7 mió. tunnur um dagin, sum er umleið 2% av altjóða eftirspurninginum. Reuters skrivar, at kinverski eftirspurningurin eftir olju fer at minka við 3 mió. tunnum um dagin í fyrsta ársfjórðingi í ár samanborið við í fjør. Oljuprísurin er sambært Reuters fallin við einum fimtingi, síðani corona virussjúkan tók seg upp. Higartil eru 600 fólk deyð av sjúkuni.