Uttanlands

Opec og Russland semjast: Oljuprísur hækkar

Oljuprísurin hækkaði í morgun til góðar 54 dollarar eftir semju í Opec+

2021-01-06 12:25 Author image
Jan Müller

[object Object]

Eftir drúgvar fundir í Opec+ londunum var seint í nátt gjørd semja um at varðveita verandi framleiðslustøði komandi tveir mánaðirnar. Tað ávirkaði alt fyri eitt oljuprísin, sum mikumorgun var góðar 54 dollarar fyri tunnuna. Semjan kemur óvart á fleiri greinarar, nú roknað varð við, at stórt trýst fór at vera frá ávísum londum at hækka framleiðsluna aftur við 500.000 tunnum komandi tveir mánaðirnar. Líknandi hækking varð eisini gjørd fyri januar. 

Tað var annars Saudi Arabia, sum beyð sær til at lækka framleiðsluna við 1 mió. tunnum um dagin í februar og mars. Harvið kunnu bæði Russland og Kasakhstan økja sína framleiðslu við tilsamans 75.000 tunnum um dagin í hesum tíðarskeiðinum. Samstundis skulu øll hini Opec+londini varðveita sína framleiðslu á verandi støði.

Greinarar siga, at Russland gjørdist stóri vinnarin í hesi telvingini. Nú fer tíðin so at vísa, um Saudi Arabia megnar at standa við avgerðina um at lækka sína egnu framleiðslu við eini mió. tunnum um dagin í februar og mars.

Sum støðan er í løtuni hava Opec+ londini minkað sínar framleiðslur við 7,2 mió. tunnum um dagin. sum svarar til 7% av heimsframleiðsluni, sambært Bloomberg. Tað var annars í mars mánað í fjør, at oljuprísurin kavaði við 30%, eftir at Saudi Arabia og Russland ikki kundu semjast um at minka um framleiðsluna. Eitt skifti var prísurin niðanfyri 20 dollarar. Nú nærkast hann 55 dollarum fyri tunnuna.