Uttanlands

Opec og tess sameindu semjast um at skerja framleiðslu

Hóast 10 mió. tunnur er størsta lækking í søguni hjá Opec, verður mett, at tað er ov lítið til at viga upp ímóti minkandi eftirspurninginum

Fundurin í Opec í gjár varð hildin sum videofundur. Hann heldur fram í dag.

Fundurin í Opec í gjár varð hildin sum videofundur. Hann heldur fram í dag.

2020-04-10 00:41 Author image
Jan Müller

Fleiri av heimsins størstu oljuframleiðarum við Opec og Russlandi á odda samdust í gjár um at skerja oljuframleiðsluna við 10 mió. tunnum um dagin. Hon verður lækkað við 10 mió. tunnum í mai og juni fyri so at minka til 8 mió. fram til apríl næsta ár. Hóast hesa størstu framleiðslulækking í søguni hjá Opec, so meta fleiri, at lækkingin er alt ov lítil til at gera veruligan mun og kunna hála prísin uppeftir aftur. Bara fyri at fáa javnvág millum framleiðslu og eftirspurning, skal framleiðslan helst minkast við 27 mió. tunnum um dagin sambært greinarafyritøkuni Rystad Energy. Hetta skrivar World Oil.

Við semjuni í gjár vóna oljuframleiðandi londini og fleiri av teimum stóru oljufeløgunum, at tey fáa vent gongdini í oljuprísinum, sum seinastu dagarnar hevur ligið um 33 dollarar. Eitt skifti var hann 22 dollarar, og fyri bert fáum mánaðum síðani var hann omanfyri 60 dollarar. So slitnaði millum Saudi Arabia og Russland í royndunum at økja um avmarkaðu framleiðsluna, og tá fór botnurin úr marknaðinum.

Koronasmittan, sum kemur aftrat príslækkingunum, hevur havt við sær, at eftirspurningurin er farin í botn og hevur oljuprísurin fylgt hesi gongdini. Um ikki fekst ein nýggj semja um framleiðsluloft nú, so var vandi fyri, at oljuprísurin fór undir 10 dollarar hava greinarar mett. Tí høvdu Saudi Arabia og Russland einki annað í at velja enn at sessast aftur við samráðingarborðið hósdagin, og eru tey saman við øðrum londum við komin ásamt um at avmarka framleiðsluna. Tað ljóðar, at tað er serstakliga Russland, sum fer at merkja sviðan av nýggju semjuni, tí landið verður tvungið til at fremja sera stóra avmarkingar í síni oljuframleiðslu.

Greinarar vilja annars vera við, at 10 mió. tunnur í skerjing muna lítið, tá tað verður mett, at eftirspurningurin orsakað av korona er minkaður við 35 mió. tunnum um dagin. Óvist er enn, um USA er partur av semjuni. Ein semja uttan USA verður mett at vera stuttlivað. Ikki bert tey stóru oljufeløgini fara at líða undir framhaldandi príslækkingum. Eisini búskapirnir í fleiri londum kring heiminum, sum eru tætt tengdir at oljuframleiðsluni, fara at verða hart raktir, um ikki ein avtala fæst nú, sum kann steðga prísniðurgongdini.

Tá fundurin varð væl áleiðis í gjár ljóðaði, at londini fóru at samtykkja at skerja framleiðsluna við 20 mió. tunnum. Eftir tað hækkaði oljuprísurin til 36 dollarar, men tá fundurin endaði, og úrslitið var 10 mió. tunnur fall prísurin aftur til 32 dollarar. Enn eru tó ikki allar súðir syftar. Fundurin heldur fram Langafríggjadag og ljóðar, at Opec og Russland krevja, at tey framleiðandi G20 londini góðtaka at skerja teirra framleiðslu við 5 mió. tunnum um dagin. Og tað skilst, at USA verður millum hesi londini.

(Oljuportalurin fer at fylgja gongdini í málinum.)