Uttanlands

OPEC: Oljueftirspurningur økjast munandi í 2021

Fer at vaksa við umleið 7 mió. tunnum um dagin treytað av, at heimsbúskapurin er komin fyri seg aftur

2020-07-15 12:28 Author image
Jan Müller

Eftirspurningurin eftir olju fer at økjast munandi í 2021 við umleið 7 mió. tunnum um dagin. Hetta er seinasta metingin hjá oljuframleiðandi felagsskapinum OPEC, sum  kortini metir, at eftirspurningurin fer at vera niðanfyri eftirspurningin í 2019, áðrenn korona tók dik á seg.

Hetta er fyrsta frágreiðingin, sum Opec hevur latið gera fyri 2021. Men ein fortreytin fyri hesi broyting er, sigur Opec í frágreiðingini, at heimsbúskapurin er komin fyri seg aftur, og at koronasóttin hevur lagt seg aftur, umframt at handilsstríðið millum eitt nú USA og Kina er linkað aftur. 

Oljuprísurin er annars meira enn tvífaldaður síðani fyrr í ár, tá koronasóttin av álvara tók seg upp og minkaði munandi um eftirspurningin eftir olju og gassi. Hann er í løtuni góðar 43 dollarar fyri tunnuna.