Uttanlands

Opec+ víðka skerjing av oljuframleiðsluni

Á fundi í gjár gjørdu Opec, Russland og onnur oljuframleiðandi lond av at víðka um avmarkingina av framleiðsluni í ein mánað.

2020-06-07 22:52 Author image
Jan Müller

Greinarar halda, at oljuprísurin mánamorgun fer at hækka uppaftur meira, nú Opec og Russland saman við øðrum oljuframleiðandi londum hava avgjørt at halda fram við skerjingunum, sum vórðu samtyktar í apríl.

Avtalan verður longd við einum mánað. Framleiðsluskerjingin, sum varð samtykt, var uppá 9,7 mió. tunnur um dagin og skuldi galda fram til 1. juli. Nú fer hon at halda fram til umleið 1. august.

Oljuprísurin hækkaði eftir boðini um nýggju semjuna við nærum 6% til góðar 42 dollarar fyri tunnuna.

Henda seinasta mánaðin er oljuprísurin meira enn tvífaldaður. Mett verður at oljuprísurin kann fara at hækka til 50 dollarar komandi tíðina.

Umframt semju í Opec  hevur vaksandi eftirspurningurin her ikki minst í Kina ávirkan á oljuprísin. Opec sigur, at felagsskapurin er tilreiðar at gera tað, sum er neyðugt fyri at ávirka oljuprísin tann rætta vegin og fer at taka avgerð um hetta ein mánað í senn.

Seinasta avtalan verður mett at vera ein sigur fyri Saudi Arabia og Russland, sum hava brúkt fitt av tíð til at sannføra lond sum Nigeria og Irak til at taka undir við upprunaligu avmarkinaravtaluni. Tað ljóðar annars, at eitt land sum Mexico ikki fer at taka undir við seinastu avtaluni.