Uttanlands

Opec roknar við lægri vøkstri í oljunýtsluni

Hetta fyrst og fremst orsakað av minkandi búskaparvøkstinum í heiminum

2019-09-12 15:51 Author image
Jan Müller

Oljufelagsskapurin OPEC væntar, at vøksturin í oljunýtsluni í 2020 fer verða lægri enn higartil mett. Orsøkin er minkandi búskaparvøksturin í heiminum. Opec hyggur nú eftir, hvat kann verða gjørt fyri at forða fyri eini ov høgari framleiðslu av olju. Felagsskapurin heldur, at eftirspurningurin eftir olju í heiminum fer at vaksa við 1,08 mió. tunnum um dagin, og tað eru 60.000 tunnur minni enn í tí seinastu greiningini, skrivar Reuters.

Tað er fyrst og fremst uppsteðganin í búskaparliga vøkstrinum, handilsstríðið millum USA og Kina og síðani Brexit, sum kann leggja trýst á eftirspurningin. Greiningin lækkar metingina av globala búskaparliga vøkstrinum til 3,1% í mun til 3,2%.

”Hetta undirstrikar samlaðu ábyrgdina hjá øllum oljuframleiðandi londum til at stuðla stabiliteti á marknaðinum fyri at sleppa undan óhepnum avleiðingum og manglandi javnvág á marknaðinum”, stendur á lesa í greiningini sambært Reuters.

Opec, Rusland og onnur oljuframleiðandi lond hava síðani 1. januar avtalað at framleiða 1,2 mió. tunnur av olju minni um dagin. Henda avtala varð so endurnýggjað í juli og gongur út í mars 2020.