Uttanlands

OPEC væntar stóran vøkstur í eftirspurningi eftir olju

Eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa til 108,2 mió. tunnur um dagin um 25 ár, sum svarar til ein vøkstur uppá 8,2 mió. tunnur um dagin

2021-09-30 12:13 Author image
Jan Müller

Felagsskapurin OPEC, sum stendur fyri stórum parti av oljuframleiðsluni í heiminum, væntar, at eftirspurningurin eftir olju fer at vaksa nógv heilt fram til 2045, hóast royndirnar at gera heimin minni bundnan av olju og gassi.

Sambært seinastu frágreiðingini hjá OPEC, “World Oil Outlook” fer eftirspurningurin eftir olju at vaksa til 108,2 mió. tunnur um dagin um 25 ár, sum svarar til ein vøkstur uppá 8,2 mió. tunnur um dagin samanborið við 2019 skrivar heimasíðan Shippingwath. 

Einans kol fer ikki at vera partur av vøkstrinum eftir fossilum brennievnum. Opec roknar við, at oljan fer at standa fyri 28% av eftirspurninginum í 2045.

Orsøkin til stóra vøksturin í olju- og gass framleiðsluni stavar frá, at altjóða búskapurin fer at vaksa nógv eins og, at fólkatalið í heiminum um somu tíð fer at vaksa við 1,7 mia. í 2045. 

World Oil miðilin, sum eisini hevur lisið frágreiðingina frá Opec, skrivar, at eftirspurningurin eftir olju fer at koma í hæddina í 2035 við 107,9 mió. tunnum um dagin. Frágreiðinginn sigur eisini, at framleiðslan í 2023 fer at røkka teimum 100 mió. tunnunum um dagin, sum hon var undan korona. 

Frágreiðingin,sum eisini umrøður varandi orkuna, sigur, at hóast vøksturin í varandi orku fer at standa fyri skjótasta vøkstrinum sum orkukelda, so fer varandi orkan kortini ikki at standa fyri meira enn 10% av heimsins orkunýtslu í 2045. 

Støðan í dag er annars tann, stendur at lesa í frágreiðingini frá Opec, at meðan nøkur geva væntandi íløgum í olju og gass skyldina fyri høgu prísirnar, so vísa onnur á týdningin at framleiða reinari orku. 

Opec fevnir um 13 limalond, hvørs búskapir í stóran mun verða fíggjaðir við oljupengum. 

Seinastu tíðina hava eisini altjóða orkustovnurin, IEA og orkufelagið TotalEnergies SE kunngjørt sínar metingar av eftirspurninginum eftir olju. Hesi siga, at eftirspurningurin fer at røkka hægstamarkinum fyrr enn metingarnar hjá Opec, nevniliga í 2030 ella so. 


Keldur: Shippingwatch, World Oil, Bloomberg