Uttanlands

Orkuráðharri: Oljufeløg í Bretlandi skulu kenna seg trygg

Avgerðin ikki at góðkenna eina ávísa gassútbygging fær ikki avleiðingar fyri annað virksemi á bretska landgrunninum sigur ráðharri

2021-10-14 16:10 Author image
Jan Müller

Tað vakti ans millum tey mongu hundrað feløgini í olju- og gassvinnuni í Bretlandi, tá ein almennur eftirlitstovnur ívikuni vrakaði umsókn frá oljufelagnum Shell at byggja út gassfelt í Norðsjónum, helst við umhvørvisligum grundgevingum.

Nú roynir bretski orkuráðharrin Greg Hands at sissa vinnuna, sum telur fleiri hundraðtúsundtals starvsfólk. Hann sigur, at avgerðin ikki at geva loyvi til útbygging av gassfeltinum Jachdaw, fer á ongan hátt at hava avleiðingar fyri verandi og komandi virksemi í Norðsjónum og vestan fyri Hetland.

Eftir fund við Shell ger ráðharrin greitt, at tað eru ongar broytingar í politikkinum hjá stjórnini í Westminster í sambandi við útbygging av nýggjum olju- og gasskeldum. Hann legði aftrat, at ráðharrar taka undir við vinnuni og nýggju avtaluni millum vinnuna og myndugleikarnar “North Sea Transition Deal” um m.a. at brúka vindorku til at  elektrifisera pallar í Norðsjónum til tess at minka um útlátið. 

Hann vísti eisini á týdningin tað hevur fyri grøna skiftið, at Shell hevur bundið seg til at hava net null útlát í 2050 eins og menna vetnisframleiðslu og fanga og goyma CO2.

[object Object]

Bretska olju- og gassframtíðin liggur í hesum økinum, eystan fyri føroyska markið. Her eru fleiri stórar olju- og gasskeldur, sum eru klárar ella um at vera tað til útbygging til framleiðslu. Í løtuni verður bíðað eftir endaligu góðkenningini av Cambo, skamt frá markinum. Umhvørvisfelagsskapir royna at steðga góðkenningini. Enn ein kelda, sum stendur til útbygging, er Rosebank longur norðuri. 

Tað kom annars dátt við, tá ein eftirlitsstovnur undir bretsku stjórnini herfyri vísti aftur umsókn frá oljufelagnum Shell at byggja út gasskeldu, nú orðaskifti av álvara hevur tikið seg upp um framtíðar oljuútbyggingar á bretska landgrunninum sum heild. Hetta hevur fingið bæði umhvørvisfelagsskapir og vinnuna at fara á barrikadurnar at verja síni sjónarmið. Og royna umhvørvisfólk nú undan veðurlagsráðstevnuni Cop26 at steðga øllum nýggjum útbyggingum og krevja, at myndugleikarnir ikki geva loyvi til eina ávísa útbygging, nevniliga Cambo nær Føroyum.

Fyri at gera støðuna hjá bretsku stjórnini um framtíðar olju- og orkupolitikkin púra greiða, hevur orkuráðharrin tí gjørt greitt, at seinasta avgerðin um gassfeltið Jachdaw merkir á ongan hátt, at stjórnin hevur broytt støðu. Bretland fer framhaldandi at loyva útbyggingum av olju- og gassleiðum til tess at varðveita orkutrygdina og harvið sleppa undan at dúva uppá innflutning av olju og gassi úr øðrum londum.

Í løtuni verður bíðað eftir eini avgerð frá myndugleikunum í Bretlandi til útbygging av risastóru oljukelduni Cambo, eystan fyri Føroyar. Seinasta útmeldingin frá ráðharranum kemur uttan iva væl við hjá teimum, sum vóna, at útbyggingin fær grønt ljós frá myndugleikanum. Og millum hesi eru mongu starvsfólkini í olju- og gassvinnuni. Hinvegin ætla umhvørvisfólkini ikki at gevast við sínum mótmælum.