Uttanlands

Orkusamband millum Hetland og Norra

Tað verður framvegis arbeitt við at leggja ein orkukaðal millum Hetland og Norra

Arbeitt verður við at knýta orkunetini í Norra og Hetlandi saman, sum síðani kann binda í Skotland eisini

Arbeitt verður við at knýta orkunetini í Norra og Hetlandi saman, sum síðani kann binda í Skotland eisini

2020-10-03 10:41 Author image
Jan Müller

Sambært stigtakaranum verður framvegis arbeitt við eini ætlan at leggja ein elkaðal millum Hetland og Norra. Tann 600MW sjókaðalin hevur verið á radaranum nú í fleiri ár, og er komin nærri veruleikanum, nú grønt ljós er givið til at leggja ein sjókaðal millum Hetland og Caithness í Skotlandi, har møguleiki í framtíðini skal vera at flyta streym báðar vegin. Hesin hevur m.a. samband við ætlanina hjá hetlendska felagnum "Viking Energy" at seta upp 103 vindmyllur á landi í Hetlandi. Við í íumrøddu verkætlan at knýta orkusambond millum lond, er norska fyritøkan Statkraft.

Avgerandi fyri at leggja ein orkukaðal millum Norra og Hetland er, at sjóorkukaðal eisini verður lagdur millum Hetland og Skotland, soleiðis at tú fær eitt beinleiðis elorkusamband við bæði Skotland, Hetland og Norra.

Verður ein kaðal millum Hetland og Norra veruleiki, so verður møguleiki hjá hetlendingum at lata norðmonnum streym frá vindmyllum, umframt skotum, tá nógvur vindur er. Ein annar hentleiki við umrøddu sjókaðalum millum londini er eisini tann, at Norra tá kann lata Hetlandi og Skotlandi og eisini Bretlandi bíligan streym frá tess vatnorkuverkum. Tað kann so eisini koma uppá tal at víðka sambandið og knýta onnur lond sum Írland, Frakland og Belgia í sama orkunet, har orkan kann koma frá bæði Noregi og Hetlandi og Skotlandi.

Umrøddu orkumøguleikar kunnu so eisini vera ein trygd hjá londunum, skuldu trupulleikar tikið seg upp í orkuskipanunum.

Í verkætlanini "Shetland Energy Hub" verður eisini arbeitt við at leggja tilrættis veiting av streymi frá vindmyllum til at reka mongu olju- og gasspallarnar eystan og vestan fyri Hetland. Endamálið við hesum er eins og við øðrum íløgum í varandi orku at minka um CO2 útlátið.

[object Object]