Uttanlands

Orkuveiting í USA løgd lamin av teldusníkum

Rørleiðingskipan, sum veitir bensin, diesel og olju til stóran part av eystur USA, hevur verið stongd síðani leygardagin

2021-05-11 10:03 Author image
Jan Müller
Teldusníkar hava gjørt seg inn á tað mesta av oljuveitingini í eystara partinum av USA. Ein sera umfatandi rørleiðingskipan, sum veitir olju til allar teir stóru býirnar á eysturstrondini í USA og longur vestur inn í landið, er vorðin løgd lamin, nú teldusníkar, møguliga stæddir í Russlandi, hava gjørt seg inn á dataskipanina og hótta nú vit at fremja uppaftur størri skaða, um teir ikki fáa pening goldnan frá felagnum Colonial Pipleline, sum stendur fyri rørleiðingsskipanini.

Rørleiðingarnar, sum hava sín uppruna í Houston í Texas og ganga til fleiri statir,  veita 45% av allari orku á eysturstrond USA. Umboð fyri felagið siga nú, at málið snýr seg um at fáa útgoldið stórar upphæddir til teldusníkarnar. Felagið hevur kortini ikki sagt, hvør stendur aftan fyri telduálopið, ið er eitt tað ringasta nakrantíð í USA.

Tað er so mikið álvarsamt, at Biden forseti í dag hevur umrøtt tað alment. Hann sigur, at málið verður kannað, og teir seku skulu finnast. Hildið verður at talan er um kriminellar persónar í Russlandi, sum standa aftanfyri. Teir ganga undir navninum Darkside.

Nú verður gitt, at teldusníkarnir eisini kunnu fara eftir øðrum týðandi stovnum, fyritøkum og infrastrukturi í USA.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at teldusníkar standa aftanfyri so ógvuslig álop á USA. Í fjør vóru 20.000 feløg og myndugleikar raktir av telduálopi móti Microsoft Exchange.

Avleiðingarnar av nýggjasta álopinum kunnu gerast sera umfevnandi.

Rørleiðingskipanin, sum veitir orku til ein stóran part av eystara USA er 8.850 kilometrar long og flytur 2,5 mió. tunnur av bensini, diesel og olju um dagin. Eisini amerikanska verjan er kundi hjá fyritøkuni, sum stendur fyri rørleiðingini. Í løtuni hava fleiri feløg, sum arbeiða við datatrygd á netinum, fingið til uppgávu at finna fram til brotsfólkini og teirra álopsskipanir.

Í fjør vórðu týðandi almennir stovnar í USA raktir av líknandi telduálopum. Men tað er ikki bara USA, sum verður rakt, eisini í nógvum øðrum londum gera teldusníkarnir seg inn á týðandi fyritøkur, m.a. hava  fyritøkur í Danmark og Svøríki kent   sviðan av telduálopunum. Álopini hava higartil kostað fyritøkum og myndugleikum í fleiri londum tíggjutals mia. kr. seinastu trý árini. 

Tað seinasta í málinum er, at amerikanska sjónvarpsrásin CNN seinastu nátt visti at siga frá, at Biden forseti sigur seg eingi prógv hava fyri, at tað er Rusland, sum stendur aftanfyri álopið. Aðrir viðmerkjarar halda tað ikki vera ósannlíkt, at Putin forseti eigur ein leiklut í málinum. Tað er í samsvar við vanliga telduálopspolitikkin hjá Putin móti londum honum ikki dámar, at hann letur teldusníkar gera arbeiðið. Hetta hendi í Ukraina, tá Putin gav boð um at leypa á týðandi telduútbúnaða, sum legði heim hjá 200.000 ukrainarum í streymloysi. Nú Biden hevur kallað Putin fyri ein drápsmann halda eygleiðarar tað ikki vera ósannlíkt, at álopið á orkuveitingarskipanina í USA er hevnd fyri úttalilsini hjá Biden.