Uttanlands

Ørsted og ATP bjóða sær til at byggja orkuoyggj í Norðsjónum

Oyggin skal vera partur av grøna skiftinum í Danmark

Orkuoyggin skal taka ímóti streymi frá hundraðtals havvindmyllum og kunna nøkta eltørvin hjá 10 mió. húsarhaldum í Evropa

Orkuoyggin skal taka ímóti streymi frá hundraðtals havvindmyllum og kunna nøkta eltørvin hjá 10 mió. húsarhaldum í Evropa

2021-04-23 16:41 Author image
Jan Müller

Sambært danska blaðnum Børsen fara tær báðar donsku fyritøkurnar Ørsted og ATP at bjóða uppá bygging av komandi donsku orkuoynni í Norðsjónum. Hon verður at meta sum hjartað í  grøna danska orkupolitikkinum. Aftrat henni verður Borholm eisini ment og útbygd til eina orkuoyggj.

[object Object]

Síðani uppskotið um orkuoynna kom fram hava meiningarnar verið ymiskar um, hvørvítt hetta er ein góð verkætlan. Greinarar eru ymiskir á máli um bæði prísin og um lønsemi í slíkari orkuoyggj.

Men nú hevur so Ørsted, sum er flaggskipið á donsku grønu kósini, boðað frá, at tað fer at leggja boð inn saman við størsta pensiónsgrunninum í Danmark, ATP.  

“Vit halda, at orkuoyggjar fundamentalt er eitt sera gott hugskot. Tað er ein av hornasteinunum fáa veruliga gongd á havvindorku í Danmark. Hon kann koma at hava týdning fyri ikki bert grøna skiftið í Danmark men fyri alt Evropa og vera við til at minka um CO2 útlátið. Tað er nakað vit í Ørsted og ATP ganga inn fyri,” sigur Mads Nipper, stjóri í Ørsted við Børsen.

Hóast jaligu útmeldingina so er tað stutt síðani, at sama Ørsted setti stórt spurnartekin við tær tøkniliga avbjóðingarnar, sum ein slík orkuoyggj hevur við sær.

Roknað verður við, at útbjóðingin byrjar í 2022 og at fyrsta stig í verkætlanini skal vera klárt í 2033. Eisini onnur feløg hava sagt seg vilja vera við í útbjóðingini, eitt nú PFA, Andel, Pensiondanmark og CIP.

Ætlanin við orkuoynni er at taka ímóti streymi frá hundraðtals vindmyllum, ið koma at standa rundan um oynna. Verður verkætlanin veruleiki so skal hon kunna nøkta tað, ið svarar til streym til 10 mió. húsarhald.

[object Object]