Uttanlands

Ótrygga støðan í Miðeystri fær oljuprís at hækka aftur

USA hóttir við at brúka sína hermegi, um ikki Iran heldur seg í skinninum

2019-05-21 13:20 Author image
Jan Müller

 

Oljuprísurin hækkaði í morgun til tað hægsta í fleiri vikur. Hetta hendir eftir, at OPEC hevur boðað, at tað helst fer at varðveita framleiðsluniðurskurðin, sum í ár hevur verið við til at hækka prísstøðið við 30% skrivar Ritzau Finans.

Prísurin, sum var farin undir 70 dollarar herfyri, er nú aftur omanfyri 72 dollarar fyri tunnuna. Ein høvuðsorsøkin til hækkingina er sera ótrygga støðan í Miðeystri, har Iran verður lagt undir at hava framt álop á bæði oljutangaskip og oljurørleiðingar í Saudiarabia og í Persiska Flógvanum. Eisini verður mett, at Iran stendur aftanfyri bumbuspreinging nærhendis amerikonsku sendistovuni í Bagdad.

Hetta hevur fingið eitt nú amerikanska flotan at økja um sítt virksemi í økinum og hevur amerikanski forsetin hótt við at leggja Iran oyðið, um landið ikki gevst við gera seg inn á oljuútbúnað eins og onnur lond. Saudiarbia hevur innkallað londini í økinum til fund seinast í mánaðinum at viðgera spentu og óhaldbaru støðuna.