Uttanlands

Óttin fyri veðurlagnum skal byggja brýr millum heimsins lond

Hetta kemur serstakliga til sjóndar millum USA og Kina, sum dálka mest. Londini eru samd um at seta sær høg mál. Spurningurin er, um til ber at halda lyftini.

2021-04-22 21:40 Author image
Jan Müller

-Tað verður dýrari fyri hvønn dag taka vit ikki taka stig á grønu leiðini. USA bíðar ikki, segði Joe Biden, forseti í USA, tá hann í morgun setti veðurlagsfund, har umboð fyri 40 lond luttóku at umrøða veðurlagstøðuna í heiminum.

Høvuðsboðskapur hansara var at kunngera, at USA fer at binda seg til at minka um CO2 útlátið við 50% innan 2030, samanborið við útlátið í 2005. Hann segði seg vóna, at Kina og aðrar stórar útlátstjóðir fóru at fylgja USA. Japan hevur longu sagt frá, at tað fer at minka útlátið við 46% í 2030, samanborið við støðið í 2013. Kanada vil skerja útlatið við 45% innan 2030. Bretland er tó tað landið, sum enn hevur sett sær hægstu málini við at lova, at tað fer at minka um útlátið við 78% í 2035 sammett við støðið í 1990.

Onnur lond so sum Kina, sum saman við USA standa fyri størsta útlátinum av øllum heimsins londum, vil eisini gera sítt til at minka um útlátið. Kina hevur longu sagt frá, at tað vil vera CO2 neutralt í 2060. ES hevur sagt, at tað vil minka útlátið við 55% í 2030. Danmark vil minka um útlátið við 70% í 2030, Rusland vil minka um útlátið á einum hægri støði enn ES osfr. Hetta eru nøkur av lyftunum ella útmeldingunum eftir, at Joe Biden í morgun lat upp fyri nýggjum veðurlagsfundi.

Stóra broytingin á fundinum í dag var tann, at mong lond nú ikki tosa um 2050 men um 2030, tá talan er um at seta sær mál fyri at minka um CO2 útlátið. 

Óttin fyri veðurlagnum skal byggja brýr millum heimsins lond. Hetta kemur serstakliga til sjóndar millum USA og Kina, sum dálka mest. Londini eru samd um at seta sær høg mál. Spurningurin er, um til ber at halda lyftini.

Flestu eygleiðarar eru á einum máli um, at tiltakið hjá Biden er týdningarmikið, men mong seta eisini spurnartekin við mongu lovorðini, nú mong lond hava ilt við at halda tað tey lova.

Lyfti og sáttmálar eru ikki nóg mikið til at forða fyri veðurlagsbroytingunum verður sagt.

Biden ynskir, at lond sum USA og Kina kunnu draga eina og somu línu, tí einki land einsamalt megnar at forða fyri veðurlagsbroytingum. Her mugu lond kenna felags ábyrgd og stuðla hvør øðrum.  

Hóast USA nú leggur seg á odda í veðurlagsstríðnum, so eru tað fleiri, sum ivast í, um USA veruliga fer at gera álvara av sínum lyftum, tí royndirnar eru ikki góðar í so máta. Serstakliga aftaná fýra ár við Donald Trump, sum tók USA úr París-sáttmálanum. Støðan í USA yvir fleiri forsetavalskeið er tann, at skiftandi forsetar halda eina sonevnda “zigzag” kós. Clinton gekk inn fyri grønu kósini. Bush vendi henni bakið. Obama tók hana til sín aftur, men Trump vísti henni frá sær. Seinast hevur so Biden pliktað seg til grønu leiðina, og tað var fundurin í dag dømi um.

Men spurningurin er so, um hann megnar at fáa týðandi grønar avgerðir ígjøgnum í kongressini. Hann kann bert í avmarkaðan mun fremja alt tað grøna skiftið. Kortini eru tað alsamt fleiri amerikanskir býir og statir eins og stórfyritøkur, sum vilja ganga somu leiðina sum Biden í Hvítu húsunum.

Hóast mong fegnast um nýggju amerikonsku støðuna, so bera mong ótta fyri, at støðan broytist aftur við einum møguligum komandi republikanskum forseta. Men fyri øll tey, sum ynskja gongd á grønu leiðina kemur tað sera væl við, at USA nú aftur vil átaka sær leiðandi leiklutin.

Júst nú hava USA og Kina havt samráðngar um grønu kósina og siga londini seg vera samd um, at nakað ítøkiligt má gerast fyri at steðga útlátinum. Kina hevur so sagt seg vilja vera CO2 neutralt í 2060, men tað eru mongu ár fram til 2060, so eisini her verða spurnartekin sett. Eitt stórt ivamál er eisini, hvussu tey einstøku londini rokna seg fram til skerjingar av útlátinum.

Kinverski forsetin hevur lovað at minka um kolanýtsluna, sum er tann stóra hóttanin móti verðurlagnum, hóast tað síggja vit,  at nýggj kolaorkuverk verða bygd í Kina. Eygleiðarar vilja tó vera við, at Kina roynir at minka um kolaverkini, men at tað tekur tíð. Hetta hevur eydnast í stórbýnum á eysturstrondini, men verri gongst inni á hálendingum, har fólk og fyritøkur hava ringt við at vera kolaorkuna fyriuttan.

Hinvegin hevur Kina gjørt nógv burtur úr at gera íløgur í varandi orkukeldur.

Kina er í dag tað landið, sum útleiðir mest CO2. Men uppá íbúgvan liggur USA klárt á odda. Tí er greitt, at Biden er tvingaður til at gera sítt til fyri at halda lyftini, um hann skal hava nakra vón um at fáa Kina og onnur lond at fylgja við.

Danmark er so eisini millum tey 40 londini, sum eru við á veðurlagsfundinum. Danski forsætisráðharrin skal halda røðu í morgin. Danmark telist hóast sína avmarkaðu stødd millum tey londini, sum ganga á odda á grønu leiðini, ikki minst tá talan er um at menna grøna tøkni og lata umheiminum hesa so sum vindmyllur.