Uttanlands

Óvissa fær oljufelag at útseta nýggja boring

Hurricane Energy hevur útsett eina boring eystan fyri Føroyar til í næsta ár

Framleiðsluskipið, sum liggur á Lancaster oljuleiðini eystan fyri Føroyar

Framleiðsluskipið, sum liggur á Lancaster oljuleiðini eystan fyri Føroyar

2021-03-04 16:58 Author image
Jan Müller

[object Object]

Lancaster liggur eystan fyri føroyska markið. Í grannalagnum fleiri aðrar keldur og leitimið. 

 

Ótryggu tíðirnar við koronu og lágum oljuprísi umframt skuffandi framleiðsluúrslit hava fingið oljufelagið Hurricane Energy, sum stendur fyri framleiðsluni á Lancaster oljufeltinum miðskeiðis millum Hetland og Føroyar, at útseta eina ætlaða boring í ár tíl í 2022. Hetta kunnger felagið, nú tað í eina tíð hevur stríðst við ymsar  framleiðslutrupulleikar á feltinum. Ein nýggj framleiðsluboring skuldi annars vera við til at tryggja eina størri og meira støðuna framleiðslu. 

Óvissa hevur eisini  tikið seg upp um hetta nýggja slagið av oljuframleiðslu, eisini nevnt “Fractured Basement”, har oljan verður tikin upp úr sjálvum grundfjallinum. Hurricane Energy hevur í longri tíð arbeitt við at fáa lønandi framleiðslu burturúr Lancaster kelduni og øðrum grannakeldum, sum liggja har suðuri á Atlantsmótinum.  
 
Í byrjanini sá tað ljóst út, men síðani hevur gingist skeiva vegin, har felagið er komið við nýggjum metingum av støddini á goymslunum í undirgrundini. Tær eru helst minni enn higartil mett. Síðani hava partaeigarar gjørt vart við sína ónøgd við arbeiðið hjá nevndini. Í fjør mátti undangongumaðurin og stjórin í felagnum, Robert Trice, fara frá. Kortini hevur felagið ikki slept hesi annars spennandi verkætlanini, og verður nú álit sett á komandi boring í 2022.  
 
Fyri fáum árum síðani vóru vónirnar til tað stóra Lancaster økið stórar, og felagið Spirit Energy helt tað vera so mikið áhugavert, at tað beyð sær til at bora fleiri nýggjar brunnar. Onkur av hesum gjørdist eitt fund, men óvissan um nøgdirnar av olju hevur  kortini hildið feløgum aftur at gera nýggjar íløgur í víðari útbygging at binda í Lancaster kjarnuna.