Uttanlands

Óvissa um grøna skiftið í danska landbúnaðinum

Danski matvøruráðharrin ynskir dialog, áðrenn avgerð verður tikin um grøna skiftið í landbúnaðinum

2021-02-02 17:04 Author image
Jan Müller

Stuðulsflokkarnir hjá donsku stjórnini eru í øðini um, at uppskot um at gera landbúnaðin meira grønan, nú eftir øllum at døma er útsett til frama fyri ein breiðari dialog um framtíðina millum allar partar.

Nú um dagarnar gjørdi danski matvørumálaráðharrin av at taka aftur uppskot um at fremja stórar grønar broytingar í landbúnaðinum í hesum umfarinum.  Hetta hevur fingið stuðulsflokkarnar uppá bakbeinini. teir kenna seg ikki aftur í nýggju støðuni hjá stjórnini. og enn einaferð er tað “Enhedslistin", sum gongur á odda í mótmælunum. Flokkurin sigur, at tað er uppá tíðina, at stjórnin tekur ítøkilig stig, sum kunnu gera landbrúnaðin meira grønan.  

Tað var matvøruráðharrin Easmus Prehn, sum sunnudagin segði frá, at stjórnin ætlar at lata uppskot um broytingar í landbúnaðinum, verða liggjandi í skuffuni. í hvussu er fyribils. Ístaðin fer stjórnin at taka stig til eitt breitt orðaskifti um framtíðar landbúnaðin, har bæði landbúnaðarfeløg og veðurlagsfeløg luttaka. Hetta er rætta leiðin at ganga heldur at at skula vea vitni til mótmælisgongur frá báðum pørtum. 

Ráðharrin heldur tað vera eina meira konstruktiva gongd við einum almennum dialogi, heldur enn at partarnir standa á hvør sínari síðu og verja síni sjónarmið. 

Tað var annars táverandi matvøruráðharrin Mogens Jensen, sum lovaði at koma við einum útspæli til grøna skiftið í danska landbúnaðinum í november. og tað er hetta uppskotið, sum ikki minst stuðulflokkarnir hjá stjórnini hava bíðað eftir. 

Umboð fyri fleiri av stuðulsflokkunum hjá sosialdemokratisku stjórnini halda, at avgerðin at taka sítt uppskot aftur, í veruleikanum er vitandi at draga hetta málið út. Tey skuldseta stjórnina fyri at lata seg ávirka ov nógv av landbúnaðinum og tess mótstøðu til kollveltandi grønar broytingar. 

Stóri andstøðuflokkurin Dansk Folkepart fegnast um avgerðina hjá stjórnini og vónar, at tað kann gera vinstrahallu stuðulsflokkarnir minni týdningarmiklar í politisku telvingini. 

Landbúnaðurin stendur í dag fyri 22% av CO2 útlátinum í Danmark.