Innanlands

PAM aftur av væleydnaðari oljumessu í Stavanger

Virkisøkið hjá PAM er at útvega starvsfólk til on- og offshore vinnuna og er eftirspurningurin stórur eftir góðari arbeiðsmegi

PAM aftur av væleydnaðari oljumessu í Stavanger

Richard Mortensen, sølu- og marknaðarleiðari á MEST og PAM og Anja Jacobsen, dagligur leiðari á PAM væl nøgd við oljumessu í Stavanger. Mynd Jan Müller/oljan.fo

2018-09-04 14:56 Author image
Jan Müller

“Hetta er sannlíkt ein av okkara best eydnaðu messum higartil. Vit koma heimaftur við ítøkiligum fyrispurningum frá verandi samstarvsfeløgum, eins og at nýggjar fyritøkur ynskja nærri samband í næstum”,  siga Anja Jacobsen og Richard Mortensen, sum luttóku vegna PAM Offshore Service á stóru oljumessuni í Stavanger í farnu viku. Anja Jacobsen er dagligur leiðari á PAM Offshore Service, og Richard Mortensen er sølu- og marknaðarleiðari á PAM og MEST samtakinum.

Niðurstøðan hjá teimum er, at nú er verulig vend komin í og betri tíðir á veg. Oljuvinnan er á veg uppaftur í Noregi og øðrum londum. Virkisøkið hjá PAM er at útvega starvsfólk til on- og offshore vinnuna og er eftirspurningurin sera stórur eftir góðari arbeiðsmegi. Serliga eftir norðurlendskum handverkarum, sum kunnu standa seg í norsku mentanini og serliga kunnu klára seg á norðurlendskum/norskum máli.

PAM tørv á meiri fólki fyrst í komandi ári

Hóast  Oljuvinnufelagið og føroyskir myndugleikar valdu ikki at luttaka á ONS, tók PAM Offshore Service avgerð um at fara á ráðstevnuna, eins og tey eru von. Hetta er ikki nakað tey angra, tvørturímóti.

“Ein slík ráðstevna gevur veruliga dirvi og hug at herja á og víðka um okkara starvsøki. Í mun til tørvin kunnu vit selja munandi meiri av føroyskari arbeiðsmegi – ja, so nógv sum møguligt er at fáa fatur á – serliga hinumegin ársskiftið”.

Talan er um, at ein av verandi kundum fer í gongd við eina stóra verkætlan í komandi ári og ein annar kundi, sum ikki hevur verið so stórur, veruliga tekur dik á seg í næstum.

Tey á PAM fingu nógvar spurningar og viðmerkingar í Noregi um, hví Føroyar og føroyskir myndugleikar ikki hava egnan bás og tiltøk longur – eins og siðvenja hevur verið seinastu mongu árini. Hetta var nakað tey saknaðu.

PAM Offshore Service er eitt dótturfelag í MEST samtakinum. Hetta hevur verið ein fyrimunur í samskiftinum við altjóða fyritøkur – hetta at talan er um eina fyritøku, sum hevur grundarstøði í eini framfúsnari framleiðslufyritøku við 300 starvsfólkum og hetta at hava skipaði viðurskifti. PAM er eitt nú ISO 9001-2015 góðkend umframt at hava aðrar viðkomandi góðkenningar.