Uttanlands

Partaeigari í Faroe Petroleum: Felagið nógv meira vert

Ein stórur partaeigari í Faroe Petroleum vísir aftur keypstilboði hjá oljufelagnum DNO. Felagið er nógv meira vert.

2018-12-18 12:55 Author image
Jan Müller

Í vikuskiftinum hevur ein av stóru partaeigarunum í tí AIM børsskrásetta Faroe Petroleum meldað út, at hann ynskir ikki at taka av tilboði frá norska DNO at selja partabrøvini. Partaeigarin sigur við bretska blaðið The Mail on Sunday, at einki minni enn eitt boð fyri alt felagið uppá 900 mió pund er vert at hyggja at.

Í farnu viku bjóðaði DNO 152 pence fyri partabrævið. Vit tí skuldi felagið hava eitt virði uppá umleið 660 mió. pund, sum er einar 250 mió. pund minni enn hesin eini stóri partaeigarin metir felagið er vert.

DNO, sum hevur søguligar røtur aftur til byrjanina av norsku oljuøldini, hevur nú í mong ár rikið sítt virksemi í Norðurirak. Felagið keypti í apríl í ár 28% av Faroe Petroleum. Síðani er felagið komið við einum boði at keypa alt felagið, hvat nevnd og leiðsla í Faore Petroleum hava víst aftur og nevna tað eitt fíggindaligt boð, har DNO roynir at gera sær dælt av lágu oljuprísunum í løtuni og royna at taka yvir felagið alt ov bíliga.

Rættiligt orðastríð hevur síðani tikið seg upp millum tey bæði oljufeløgini og hevur DNO roynt at sannføra partaeigararnar í Faroe um, at teir gera ein góðan handil við at selja til DNO nú. Tað er so eftir øllum at døma ikki fallið í góða jørð hjá einum av stóru partaeigarunum sambært bretska blaðnum, sum harvið tekur undir við áheitanini hjá nevnd og leiðslu um at vísa nevnda “fíggindaliga sinnaða” yvirtøkuboðnum frá DNO aftur.

Sambært  The Mail on Sunday hava umboð fyri DNO sett seg í sambandi við fleiri av størri partaeigarunum í Faroe Petroleum fyri at fáa stuðul til teirra uppkeyp. Ein av hesum partaeigarunum segði, at DNO hevði biðið um fund.

Sambært blaðnum hevur Paul Mumford frá Cavendish Asset Management, ein av teimum 20 størstu partaeigarunum í Faroe Petroleum sagt, at ein sokallað Swap avtala við Equinor hevur lagt meira enn 100 mió. pund aftrat virðinum av felagnum. Mumford sigur, at rætta virðið á felagnum nú er 900 mió. pund ella 225p fyri partabrævið og ikki 152p, sum DNO vil lata.

Eygleiðarar vilja vera við, at rumbul fer at vera rundan um feløgini í fleiri vikur fram. Tað kann hepnast fyri DNO at keypa alt felagið innan 2. januar, um so er, at tað fær hendur á meira enn 57,5% av partabrøvunum, óroknað verandi DNO partabrøv, sum telja 28%. Um hetta ikki eydnast til ta tíð, so kann felagið eisini royna aftur, og tað kann eisini taka tilboðið aftur. Væntandi fer Faroe Petroleum at svara DNO aftur í hesi vikuni skilst.

[object Object]