Uttanlands

Prískríggj kann raka amerikanska skiferolju meint

Stóri taparin í prískrígnum millum Russland og Saudi-Arabia kann gerast amerikanski skiferoljuídnaðurin

2020-03-13 10:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuprískríggið millum Saudi-Arabia og Russland kann fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri amerikanska skiferoljuídnaðin. Hetta skrivar Wall Street Journal.

Blaðið vísir á, at stóri taparin í hesum oljuprískrígnum kann nettupp gerast USA, nú oljuprísurin er lækkaður so nógv. Longu undan stóra skrædlinum mánadagin við eini príslækking uppá 25-30%, stóð illa til hjá skuldarraktum amerikonskum feløgum so sum Chesapeake Energy og Whiting Petroleum.

Í 2014, tá oljuprísurin lækkaði nógv, hjálpti amerikanski bankasektorurin til at fáa skiferoljuídnaðin á føtur aftur. Men tað fer eftir øllum at døma ikki at henda hesaferð, skrivar Wall Street Journal.

Greinarar meta, at skuldarbundin feløg hesaferð mugu skerja framleiðsluna og minka um arbeiðsplássini, um so er, at lági oljuprísurin verður verandi. Fleiri av feløgunum, sum útvinna skiferolju, hava verið fyri stórum falli í partabrøvunum, eitt nú Occidental Petroleum, hvørs partabræv fall við 52%.

Roknað verður við at lækkar oljuprísurin nógv meira, so verða tað fleiri av amerkonsku skiferframleiðarunum, sum ikki hóðra undan. Ein oljuprísur niðanfyri 35 dollarar tekur rætt og slætt grundarlagið undan teimum.

placeholder