Uttanlands

Putin vil bøta um gasskreppu í Evropa

Seinastu dagarnar er prísurin á gassi vaksin fyrst við 25%, síðani 40%. Nú sigur Putin seg vilja geva eina hjálpandi hond.

Russiski forsetin Vladimir Putin sigur seg nú vilja lata meira upp fyri flutninginum av gassi til Evropa.

Russiski forsetin Vladimir Putin sigur seg nú vilja lata meira upp fyri flutninginum av gassi til Evropa.

2021-10-08 11:20 Author image
Jan Müller

Støðan á gassmarknaðinum er framvegis álvarslig, og hetta hevur stórar avleiðingar fyri lond, sum eru stórbrúkarar av innfluttum gassi. Bretland, sum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina, er bert eitt av mongum londum, ið ikki kann vera gass fyriuttan, serstakliga nú veturin nærkast.

[object Object]

Gassleiðingin Nord Stream 2  úr Russlandi til Týskalands hevur ein týðandi leiklut í tí, sum fer fram á gassmarknaðinum í løtuni.

Gasskreppan herjar ikki einans partar av Evropa men eisini lond í Asia og aðrastaðni. Fyrr í vikuni hækkaði prísurin á gassi í Bretlandi við 25 prosentum fyri stutt eftir at hækka við 40%.

Prísurin á gassi er meira enn fimmfaldaður síðani apríl í ár. Gassprísurin svarar til 200 dollarar fyri eina tunnu av olju. Talan er um prísmet. Tað eru fyrst og fremst brúkararnir í Evropa, sum verða raktir av høga prísinum. Harafturímóti forvinnur eitt gassframleiðandi land sum Norra sera nógv uppá høgu prísirnar. Norska Equinor stendur til at hava sítt besta ár í 10 ár. 

Mikudagin lækkaði prísurin nakað eftir, at russiski forsetin, Vladimir Putin, segði seg vilja selja meira gass til Evropa til tess at stabilisera støðuna. Støðan og framtíðin eru tó framvegis sera ógreið og óviss. Putin nýtti eisini høvi til at geva grøna orkuskiftinum og manglandi íløgum í olju og gass ábyrgdina fyri støðuni, sum hevur tikið seg upp á orkumarknaðinum. Hann heldur,  at tilgongdin til grøna skiftið eigur at vera meira trygg og  støðug. Annars hevur ST heitt á Russland um at seta sær somu mál til tess at minka og steðga CO2 útláti sum restin av heiminum. Óvist er annars, um Putin verður við til veðurlagsráðstevnuna í Glasgow í næstum.

Óttast orkumangul nú veturin nærkast

Orsøkirnar til nærum brádliga íkomnu støðuna á gassmarknaðinum eru fleiri. Tað er fyrst og fremst komandi veturin, sum hevur fingið prísin at hækka so nógv – brúkararnir bera ótta fyri, at ov lítið verður til av gassi á marknaðinum, tá veturin kemur, og tí royna lond bæði í Evropa og í Asia at gera alt fyri at fáa hendur á gassi fyri at fylla goymslurnar til ein møguligan kaldan vetur.

Stórar íløgur eru í longri tíð gjørdar í varandi orkukeldur so sum vindoyrku. Men lítið er til av vindorku í løtuni til tess at kunna avloysa gass og olju. Haraftrat nervar væntandi flutningurin av sjálvum gassinum. Gassgoymslurnar eru eisini nógv lægri, enn tær plaga at vera hesa ársins tíð. Tí bera lond ótta fyri,  at ov lítið av gassi verður í goymslunum til at nøkta tørvin í vetur. Harafturímóti fer ein heitari vetur at koma væl við.

Tað vísir seg nú, at gasskreppan rakar eisini hart aðrar partar av heiminum. Kina, sum hevur stóran tørv á orku, hevur lagt seg á stórar partar av altjóða gassframleiðsluni. Og er eisini farið at økja um innflutningin av koli. Alt hetta er við til at økja um orkuprísirnar.

Lond í Evropa hava nú í eina tíð roynt at fáa Russland til at koyra meira gass á marknaðin, men landið hevur gjørt greitt, at tað hevur sjálvt tørv á at fylla egnar goymslur. Kaldi veturin í fjør tømdi goymslurnar.

Tosað verður nú um veruligan geopolitikk, har Russland, sum stórframleiðari av gassi, roynir at brúka støðuna á gassmarknaðinum til egnan fyrimun sum eitt geopolitiskt amboð. Landið er størsti veitarin av gassi til Evropa.

Hetta snýr seg eisini um, siga fleiri eygleiðarar, hjá Russlandi at trýsta Evropa til at gera langtíðar avtalur um gass úr Russlandi, nú nýggja gassleiðingin Nord Stream 2 er um at verða tikin í nýtslu. Í løtuni verður bíðað eftir góðkenning frá m.a. týskum myndugleikum. Henda verkætlan hevur leingi skapt høvuðbrýggj í Vesturheiminum, tí mett hevur verið, at Evropa fer at vera alt ov bundið at russiskum gassi í framtíðini, sum kann gerast ein hóttan móti trygdini.

Støðan í fleiri evropeiskum londum er vorðin so mikið  álvarslig, at lond sum Frakland, Spania og onnur lond í Evropa hava heitt á ES um at leggja seg út málið og steðga ta skýhøgu gassrokningina. Sum skilst arbeiðir ES við at finna amboð, sum skulu forða fyri, at alt ov høgir gassprísir skaða brúkararnar í limalondunum,

Keldur: Financial Times, Bloomberg, Reuters, E24, Euractiv og Energy Voice