Innanlands

Raðfestið Føroyar sum maritiman tænastudepil

Tíðin er nú búgvin til at seta ferð á hetta arbeiðið, har vinnan og myndugleikar virka í felag

Anja Jacobsen, forkvinna í Oljuvinnufelagnum

Anja Jacobsen, forkvinna í Oljuvinnufelagnum

2019-08-08 11:23 Author image
Jan Müller

 [object Object]

Føroyar sum maritimur tænastudepil hevur miðvíst verið partur av føroyskari luttøku á altjóða oljumessum sum hesi í Stavanger í 2016. Mynd Jan Müller

Seinastu árini hevur verið arbeitt við at varpa ljós á Føroyar sum ein tænastudepil av maritimum veitingum til altjóða fyritøkur og reiðarí. Tíðin er nú búgvin til at seta ferð á hetta arbeiðið, har vinnan og myndugleikar virka í felag sigur Oljuvinnufelagið í eini fráboðan í sambandi við, at løgtingsval verður í næstum.

Oljuvinnufelagið mælir til, at komandi samgonga eisini velur at raðfesta arbeiðið við at staðseta Føroyar sum ein maritiman tænastudepil og at vinnan og myndugleikar samstarva um at seta á stovn eina eind, við breiðari umboðan, sum kann arbeiða við menning og marknaðarføring, umframt at samskipa átøk, vitjanir og tiltøk.

[object Object]

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum hevur raðfest maritimu vinuna í sínum arbeiði, eitt nú her á oljumessu í Norra í 2016, her saman við Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum og Niels Christian Nolsøe, stjóra á Jarðfeingi. Mynd Jan Müller

Í samgonguskjalinum frá 2015 stendur, at Føroyar skulu mennast og marknaðarførast sum maritimur tænastudepil og shippingland. Sjøtul er settur á hetta arbeiðið, og Oljuvinnufelagið heldur, at tíðin er nú búgvin til at menna hetta virksemið enn meira. Hetta krevur vilja og samstarv, bæði í vinnuni og frá politisku skipanini.

Føroyskir veitarar av tænastum til skip og frálandavinnu eru kappingarførir og hava førleikar at átaka sær týðandi uppgávur, tá skip og oljupallar skulu til umvæling, umbygging ella hava tørv á øðrum veitingum.

Í dag arbeiða fyritøkur í hvør sínum lagi fyri at fáa fleiri útlendskar fyritøkur at keypa føroyskar tænastur.

Oljuvinnufelagið heldur, at kappingarføri okkara varð styrkt munandi, um talan hevði verið um eina eind, hvørs uppgáva var at umboða allar veitarar, myndugleikar og stovar. Hendan eindin kundi staðið fyri tí yvirskipaðu marknaðarføringini og umboðanini av Føroyum sum maritimum tænastudepli.

Neyðugt er at raðfesta eitt tílíkt samstarv. Hetta merkir m.a., at pengar verða settir av á fíggjarlógini í fleiri ár framyvir. Talan kann t.d verða um eina skipan, har vinnan og myndugleikin gera avtalu um at seta eina eins stóra upphædd av til hetta arbeiðið – eftir sokallaðu krónu-fyri-krónu meginregluni.

Higartil hava vinna og myndugleikar í felag sett sjóneykuna á ótroyttar møguleikar fyri føroyska vinnulívið, og Oljuvinnufelgið vísir á, at tað er alneyðugt, at politiska skipanin framhaldandi vil raðfesta hetta vakstrarøkið.

Føroyskt vinnulív hevur altíð havt tætt tilknýti til sjógvin, og tí er eisini náttúrligt at royna at troyta nýggjar møguleikar innan t.d. skipaferðslu og leitivirksemi kring Føroyar.

Oljuvinnufelagið í stuttum

Oljuvinnufelagið arbeiðir fram móti at geva føroyskum fyritøkum møguleikar í oljuvinnuni. Málið er at styrkja føroysku fyritøkurnar við at menna og betra um teirra førleikar.

Oljuvinnufelagið varð sett á stovn í 2001. Bert fyritøkur kunnu gerast limir. Endamálið við felagnum er „at savna allar fyritøkur, ið virka innan oljuvinnu til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna.“

Oljuvinnufelagið hevur samband við oljufeløg, myndugleikar og politisku skipanina.

Felagið hevur skrivstovu í Vinnuhúsinum.

Kelda: industry.fo