Uttanlands

Rættur í Hálandi: Shell má skerja útlát við 45% í 2030

Oljurisin fer helst til hægri rætt við dóminum

2021-05-26 22:50 Author image
Jan Müller

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, fekk í dag álagt av rætti í Hálandi at skerja útlátið av CO2 við 45% innan 2030 samanborið við støðið í 2019.  Hetta er samtíðis fyrstu ferð, at eitt oljufelag fær slíkan dóm, ið er eitt úrslit av Parísavtaluni fyri góðum fimm árum síðani. Rætturin sigur í dómsúrskurðinum, at Shell hevur eisini ábyrgdina av, at tess veitarar halda seg til sama dóm.

Tað eru fleiri umhvørvisfelagsskapir við Friends of the Earth á odda, sum eru farin við Shell í rættin. Tað gjørdu tey í 2017 saman við 17.000 íbúgvum í Hálandi, skrivar BBC, sum vísir á, at hóast at dómurin einans er galdandi í Hálandi, so eru møguleikar fyri, at dómarar í øðrum londum eisini fara at hyggja eftir  hesum dóminum, tá umhvørvisfólk fara í rættin. Í løtuni eru umleið 1800 mál av slíkum slag í rættum kring heimin.

Umboð fyri Shell sigur, at fyritøkan helst fer at kæra dómin inn fyri hægri rætt, samtíðis sum felagið fer at skunda undir at skerja CO2 útlátið frá tess virksemi. Shell ger greitt, at fyritøkan longu hevur gjørt íløgur fyri fleiri mia. kr. í bæði elbilar, brint, varandi orku og bioorku fyri at minka um CO2 útlátið og hevur sum mál at røkka  “net zero” útláti í 2050. Felagið heldur annars, at slík sakarmál sum tað í Hálandi eiga at verða koyrd móti stjórnum heldur enn móti einstøkum oljufeløgum. Her metir rætturin kortini, at eitt oljufelag sum Shell sjálvt eigur at taka ábyrgdina av tí dálking, sum tess virksemi hevur á náttúruna.

Umboð fyri saksøkjararnar eru ovurfegin og siga, at hetta eru sera góð tíðindi og ein sigur fyri heimin, okkara børn og fyri okkum øll.

Roknað verður nú við, at umhvørvisbólkar í øðrum londum fara í rættin við bæði oljufeløgum og stjórnum fyri at seta líknandi krøv sum tey rætturin í Hálandi hevur tikið til eftirtektar.

Fleiri onnur oljufeløg hava annars eins og Shell gjørt greitt, at tey vilja skerja CO2 útlátið, so tey liva upp til Parísavtaluna. Tað er tó ymiskt, hvussu feløgini og eisini stjórnir kring heimin meta um, hvussu veðurlagsmálini skulu røkkast.

Herfyri atkvøddu partaeigararnir í stóra amerikanska oljufelagnum Chevron fyri at taka týðandi stig til tess at minka um útlátið, og nú um dagarnar tók eitt annað amerikanskt oljufelag, Exxon stig til at velja tvey umboð fyri veðurlagsbólkar inn í nevndina. Oljufeløg um okkara leiðir so sum BP og Equinor og Total hava í longri tíð gjørt stórar íløgur í varandi orkukeldur so sum vind- og sólorku og í tiltøk, sum minka CO2 so sum fangan og goymslu av CO2. Eisini Shell hevur verið partur av hesi gongd, men rætturin í Haag metir eftir øllum at døma, at fyritøkan hevur ikki gjørt nóg mikið til tess at seta tiltøkini í verk.

Enn er dómurin so feskur, at tað er avmarkað við viðmerkingum, tó skrivar umhvørvisgreinarin hjá BBC, Roger Harrabin, at tað er sannlíkt, at Shell fer í hægri rætt við dóminum og  har møguliga kann vinna. Kortini fer dómurin at fáa fyritøkur kring heimin at taka alt veðurlagsmálið í størri álvara og kunna skapa fordømi fyri onnur líknandi sakarmál.  

Forkvinnan í felagnum hjá bretsku oljuvinnuni, Deirdre Michie í Oil and Gas UK, hevur eisini viðmerkt dómin móti Shell. Hon sigur sambært World Oil, at bretska oljuvinnan var tann fyrsta at binda seg til málið hjá stjórnini at røkka “net zero” útláti í 2050, og sum er í tráð við Parísavtaluna. Feløg eru longu í gongd við at minka um útlátið gjøgnum nýggju avtaluna “North Sea Transition Deal”, menna grøna tøkni fyri at minka um útlátið og hjálpa øðrum vinnum at gera tað sama.