Innanlands

Reiðarafelagið fyri Handilsskip  nýggjar sáttmálar við manningarfeløgini

Sáttmálarnir fevna eisini um føroysku frálandsskipini

2021-03-01 16:41 Author image
Jan Müller

[object Object]

Í farnu viku varð komið á mál við sáttmálasamráðingunum við Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag. Semjurnar eru á sama støði sum hinar semjurnar, ið gjørdar eru á privata arbeiðsmarknaðinum hetta samráðingarumfarið skrivar Vinnuhúsið. 

Sáttmálarnir verða longdir til 1. mars 2023 við ávísum broytingum. Samlaði útreiðslukarmurin er 2,05% fyrsta árið, og 1,25% annað árið.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur 9 sáttmálar við manningarfeløgini. Við hvørt felag er ein høvuðssáttmáli og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.

Nýggju sáttmálarnir koma í gildi 1. mars 2021.