Innanlands

Reiðarafelagið fyri Handilsskip ynskir betri marknaðaratgongd

Kappingarneytarnir hjá føroyskari shipping eru ikki í Føroyum, men um allan heimin

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip

2019-08-15 11:29 Author image
Jan Müller

”Shipping er ein altjóða vinna. Tað hevur tí stóran týdning, at bæði vinna og myndugleikar fylgja við altjóða rákum og altjóða sáttmálum, soleiðis at føroysk skip altíð lúka tey krøv, sum verða sett altjóða",  stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum í morgun. Hetta er partur av eini røð av ynskjum hjá vinnuni til eitt komandi landsstýri.

Shipping altjóða vinna

"Dentur skal leggjast á, at Føroyar aftur fáa fleiri tvískattaavtalur enn tær, vit hava í dag. Serliga verður hugsað um lond, har okkara skip hava møguleika at virka aktivt beint nú, men eisini er neyðugt at hava atlit til framtíðar møguleikar. Eisini skal ferð setast á arbeiðið at fáa avtalur um cabotagusigling í londunum í Europa.

Shipping er ein altjóða vinna. Tað hevur tí stóran týdning, at bæði vinna og myndugleikar fylgja við altjóða rákum og altjóða sáttmálum, soleiðis at føroysk skip altíð lúka tey krøv, sum verða sett altjóða. Samstundis hevur tað týdning at arbeitt verður ímóti, at serlig national krøv verða gjørd. RFH hevur ta grundleggjandi støðu, at vit eiga ikki at hava serlig national krøv í Føroyum. Okkara altjóða kappingarføri er treytað av, at okkara skip sleppa at virka undir somu reglum sum tey skip, vit kappast við, og at vit hava atgongd til somu marknaðir”.

Víst verður tó á, at føroyska shippingvinnan hevur ikki ynski um at fáa lagaligar treytir at virka eftir her heima. Tað, vinnan ynskir, eru júst altjóða krøvini, hvørki meira ella minni.

Kappingarføri og tvískattaavtalur

”Okkara kappingarføri er tó eisini tengt at møguleikunum at koma inn á so nógvar marknaðir, sum yvirhøvur gjørligt. Her verður serliga hugsað um tvískattaavtalur og avtalur um cabotagusigling. Føroyskir myndugleikar gera eitt stórt arbeiði við at leggja seg eftir, at føroyska reglusettið altíð er dagført í mun til altjóða ásetingar. Tað hevur tó eisini týdning, at orka verður sett av til at geva okkara skipum atgongd til somu marknaðir, sum kappingarneytarnir hava atgongd til. Um Føroyar høvdu havt fleiri tvískattaavtalur, og um Føroyar høvdu havt avtalur um cabotagusigling í Europa, var okkara kappingarføri munandi betri.”

Reiðarafelagið fyri handilsskip vísir víðari á, at føroysk skip eru avmarkað í kappingini, tí at kappingarførið verður ov ringt orsakað av manglandi avtalum millum Føroyar og onnur lond. Tað eru ítøkilig dømi um, at føroysk reiðarí hava fingið bjóðað ordrar, men orsakað av manglandi avtalum Føroya við onnur lond, eru hesar farnar aftur við borðinum.

”Føroyar hava fyrr havt tvískattaavtalur við heilt nógv av heimsins londum, men hesar hava vit ikki longur. Í løtuni hava Føroyar tvískattaavtalur við norðurlondini; Bermuda, Jomfrúoyggjar og Cayman Islands; Bretland og Norðurírland; Guernsey og Jersey; India; Isle of Man og Sveis. Hetta er als ikki nøktandi í mun til tørvin hjá føroysku shippingvinnuni, og eitt komandi landsstýri eigur at leggja dent á at betra um hetta.

Avtalur um innanlands flutning

Harafturat tørvar okkum avtalur um innanlands flutning, cabotagusigling, við londini á evropeiska meginlandinum. Ávíst arbeiði hevur verið gjørt í felagsnevndini, sum viðger handilssáttmálan millum Føroyar og ES, men her eigur at verða sett størri orka inn.  

Á sama hátt sum handilsavtalur hava týdning fyri tær fyritøkur, sum inn- og útflyta vørur, hava avtalur um t.d. cabotagusigling og tvískatt týdning fyri shippingvinnuna. Tí má landsstýrið seta orku av, so tað á hesum økinum verður komið munandi longri fram á leið”, sigur Reiðarafelagið fyri Handilsskip í síni áheitan á eitt komandi landsstýri.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip í stuttum

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur sum høvuðsendamál at savna reiðaríir fyri handilsskip. Felagið er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og samráðist saman við hesum um lønarsáttmálar við manningarfeløgini.

Felagið arbeiðir fyri, at karmarnir hjá handilsflotanum eru teir bestu, og roynir tískil at ávirka politikarar og myndugleikar til at taka røttu avgerðirnar. Felagið umboðar eisini limirnar mótvegis somu pørtum.