Uttanlands

Rosebank nær Føroyum útbyggjast við royndum úr Barentshavi

Royndir at lækka útbyggingarkostnaðir í Barentshavinum kunnu nú skunda undir útbygging av oljukeldu tætt við føroyska markið

2018-10-30 13:01 Author image
Jan Müller

Væleydnaðu royndirnar hjá norska oljufelagnum Equinor at skerja útreiðslurnar til útbygging av Johan Castberg oljukelduni í Barentshavinum við umleið eini helvt, kunnu nú koma nógv umrøddu útbyggingini av Rosebank oljukelduni skamt frá føroyska markinum til góða. Arbeiðið at endurskoða útbygging av Johan Castberg kann nú vónandi brúkast til at endurskoða útbygging av Rosebank kelduni sigur stjórin í Equinor, Eldar Sætre, sum vónar, sambært E24 portalinum, at til ber at kopiera kostnaðarlækkingarnar frá m.a. Johan Castberg verkætlanini í Barentshavinum til komandi útbygginina av Rosebank kelduni, sum Equinor júst hevur sett fram ynski um at keypa part av.

Funnið í 2004

Søgan um Rosebank gongur aftur til 2004, tá oljufelagið Chevron saman við Dong og OMV funnu hesa stóru oljukelduna vestan fyri Hetland ella stutt frá føroyska markinum. Eftir tað keypti táverandi Statoil ein part av Rosebank, men tá oljuprísirnir fóru í botn í 2014, gjørdi Statoil av at selja sín part aftur. Nú hendir tað so, sum fáur hevði torað at trúð, at Equinor hevur gjørt av at bjóða uppá 40% av Rosebank og harvið taka yvir leiklutin sum fyristøðufelag frá Chevron, sum er við at taka seg aftur úr Evropa sum heild.

Nú Equinor helst tekur yvir Rosebank, so merkir tað, at keldan uttan iva verður útbygd, tó at felagið helst fer at endurskoða alla verkætlanina. Umboð fyri Equinor siga, at tey hava gjørt eitt stórt kanningararbeiði, áðrenn boð varð lagt inn at keypa part av Rosebank. Hesar kanningar hava víst, at til ber at broyta verktætlanina við teimum royndum og vitan, sum Equinor hevur frá sínum arbeiði ymsa staðni í heiminum og her ikki minst, har arbeitt verður á djúpum vatni. Tvs. frá útbyggingum bæði í Brasilia, út fyri Kanada og í Barentshavinum.

Um avgerð verður tikin um at útbyggja Rosebank í 2019, so kann ein framleiðsla byrja í 2024. Ætlanin er at brúka eitt framleiðsluskip, FPSO og at bora umleið 20 framleiðslubrunnar. At oljan liggur í og millum basaltløg er so eisini ein avbjóðing, tó at hetta ikki forðar fyri at fara í gongd. Serfrøðingar meta Rosebank kelduna at vera bæði áhugaverda og spennandi og kann ein útbygging seta fleiri ringar í sjógvin, tí hon tá kann gerast ein "hubbur", tvs. framleiðslukjarni, sum aðrar smærri keldur í grannalagnum kunnu binda í.

Føroyingar fylgja við Rosebank útbygging

Her hava eisini tankar verið frammi um, møguliga oljukeldur føroysku megin markið einaferð eisini kunnu gera brúk av Rosebank infrastrukturinum. So útbygging av Rosebank kann avgjørt eisini fáa týdning fyri framtíðar leiting og útbygging á føroyska landgrunninum.

Nú útlit eru fyri eini útbygging, og at eitt norskt oljufelag, sum eisini hevur drúgvar royndir í Føroyum, skal standa fyri hesi, er greitt, at føroysk veitingarfeløg her síggja ein nýggjan framtíðar møguleika. Rosebank liggur eisini so nær føroyskum øki, at føroyskar vørur og tænastur kunnu taka kappingina upp við kappingarneytar í Bretlandi ella gera arbeiði saman við teimum. Júst hesin spurningurin var eisini nakað, sum umboð fyri fleiri føroyskar veitingarfyritøkur tóku upp á fundum við oljuvinnuna í Aberdeen herfyri.

Tað er eisini greitt, at føroyskir oljumyndugleikar fylgja sera væl við, hvat hendir hinumegin markið, nú eitt kent oljufelag sum Equinor aftur nærkast føroyska landgrunninum. Tað er eisini vert at hava í huganum, hvat hendi, tá Rosebank varð funnið. Tað fekk oljufeløg aftur at varpa ljós á føroyska landgrunnin og var júst hetta fundið ein orsøkin til positiva úrslitið av 3. útbjóðingini á føroyska landgrunninum, har fleiri oljufeløg søktu um leitiloyvi, teirra millum táverandi Statoil. Nú tað aftur er í grannalagnum kunnu vit so bara gita um, hvønn týdning ein avgerð um at byggja út Rosebank, kann fáa fyri leitingina á føroyska økinum.

 

Rosebank liggur nær við føroyska markið og kann ein útbygging tí vera áhugaverd bæði fyri føroyska oljuleiting og føroyskar veitarar av tænastum til oljuvinnuna.