Uttanlands

Saudi-Arabia kallar til fund um oljuprísin

Oljuprísurin hækkaði í morgun við góðum 10% til umleið 33 dollarar fyri tunnuna, eftir tíðindini um, at Saudi-Arabia hevur kallað til fundar í Opec og hevur boðið Russlandi við

Nógvar eru gitingarnar um veruliga støðuna í oljuprískrígnum millum Russland og Saudi-Arabia. Ein er at tað hevur eydnast Trump forseta at fáa Putin og Mohamed bin Salman at møtast aftur við samráðingarborðið. Tað fekk oljuprísin at gera eitt stórt lop í morgun, nú Saudi-Arabia eisini hevur kallað til fundar í Opec.

Nógvar eru gitingarnar um veruliga støðuna í oljuprískrígnum millum Russland og Saudi-Arabia. Ein er at tað hevur eydnast Trump forseta at fáa Putin og Mohamed bin Salman at møtast aftur við samráðingarborðið. Tað fekk oljuprísin at gera eitt stórt lop í morgun, nú Saudi-Arabia eisini hevur kallað til fundar í Opec.

2020-04-03 12:54 Author image
Jan Müller

 

Oljuprísurin gjørdi eitt rimmar lop í morgun við umleið við umleið 10% og er hann í løtuni umleið 33 dollarar fyri tunnuna. Fyri bert fáum døgum síðani var hann heilt niðri á 22 dollarum. Orsøkin til brádligu hækkingina eru tíðindini um, at Saudi-Arabia hevur innkallað hini Opec-londini til fund í næstu viku um álvarsligu støðuna á oljumarknaðinum. Tað ljóðar, at Russland er eisini boðið við til fundin, sum Bloomberg skrivar, er komin í lag eftir, at amerikanski forsetin hevur tosað við Mohammed bin Salman, krúnprinsinum í Saudi-Arabia.

Stórar broytingar

Stórar broytingar eru farnar fram á oljumarknaðinum henda fyrsta ársfjórðingin í ár. I byrjanini av árinum var oljuprísurin 66 dollarar. Tá hann varð hægstur var hann eitt skifti 71,28 dollarar. Í dag er hann góðar 32 dollarar. Sambært sjónvarpsrásini CNBC er oljuprísurin ongantíð áður lækkaður so nógv ein ársfjórðing sum tann, sum júst er farin aftur um bak. Og av hesum gjørdist mars tann ringasti mánaðurin við eini lækking uppá 50%. .

Orsøkin til stóra fallið er koronavirussið, sum ger, at eftirspurningurin eftir olju er vorðin so nógv lægri. Hetta gav at bíta, tá Russland sýtti fyri at halda fram við at skerja framleiðsluna saman við Opec-londunum. Saudi-Arabia svaraði tá kontant aftur við at økja sína egnu framleiðslu, og tað hevur síðani elvt til veruligt oljukríggj millum heimsins størstu oljuframleiðarar. 1. apríl fór gamla avtalan um avmarkaða framleiðslu millum Opec og Russland úr gildi, og nú bera eygleiðarar ótta fyri, at so mikið nógv olja fer á tann frammanundan sperda marknaðin, at botnurin rætt og slætt fer undan oljuprísinum og fer undir 10 dollarar. So ein kann siga, at korana saman við ósemjuni millum Russland og Saudi-Arabia førdi til eitt veruigt kollaps á oljumarknaðinum, nakað, sum fáur hevði dugað at ímyndað sær áðrenn.

Nógvar gitingar

At oljuprísurin seinastu dagarnar hækkaði úr góðum 22 dolarum upp í 26 dollarar komst av tíðindunum um, at amerikanski forsetin hevði heitt á leiðararnar í Russlandi og Saudi-Arabia at sessast aftur við samráðingarboriðið fyri at fáa javnvág í aftur á marknaðinum. Og sum skiltst eru londini farin at tosa saman aftur, og tað eru tey, sum rokna við, at tað hevur týdning, at sjálvur Trump forseti hevur sett seg í samband við londini. Kortini eru gitingarnar ymiskar. Ein sigur, at Russland vísir aftur, at tað er farið undir samráðingar við Saudi-Arabia.
“Kemur ikki broyting í so er vandi fyri, at oljan fer at floyma marknaðin. Tað endar við, at goymslurnar verða á tremur, og at tað ikki er møguligt at finna fleiri gloymslur til framleiddu oljuna. Og tá tað hendir, so fer oljuprísurin at nærkast nullinum. Og skuldi oljuprísurin lækka til 10-15 dollarar, tá verður tað eitt sætt blóðbað, sum vit ikki hava sæð áður, millum teir mongu framleiðararnar,” sigur Christian Kopfer, rávørugreinari hjá Nordea sambært Dagens Industry. Sum skilst gera lond sum Saudi-Arabia og Egyptaland seg tilreiðar til at floyma Evropa við olju.

Prískríggið herðast?

Um sama mundið halda aðrir eygleiðarar, at tað neyvan fer at eydnast USA at fáa Russland og Saudi-Arabia at semjast. Tvørturímóti eru útlit til, at prískríggið fer at herðast og at vígvøllurin eftir øllum at døma verður Evropa, sum í dag er størsti keyparin av russiskari olja. Tað ætlar Saudi-Arabia sær at fáa broytt. Annars hevur ljóðað, at Russland var sinnað at fara undir eitt samarbeiði fyri at skapa javnvág á marknaðinum. Men slíkt samstarv hevur Saudi-Arabia víst aftur. Tað ljóðar eisini, at Russland við síni higartil ófrávíkiligu støðu, í veruleikanum hevur í kvittanum at revsa USA fyri tess sanktiónir og fyri at hava sett kíla í arbeiðið at fullføra stóru gassverkætlanina Nord Stream 2. Og at prísurin fyri at fáa Russland aftur á rætta sportið verður høgur. So skal Trump fáa russar at sessast aftur við samráðingarborðið saman við saudi-arabum, so verður prísurin uttan iva at beina fyri sanktiónunum, nakað, sum Trump kann gera uttan at biðja kongressina um loyvi. Tað nýggjasta er nú, at fundur helst verður í Opec í næstu viku, har Russland møguliga eisini verður við.

Greitt er, at trýstið á altjóða leiðarar er stórt fyri at fáa steðgað prístilgongdini. M.a. hava sjey av fremstu stjórunum í amerikonskum oljufyritøkum heitt á forsetan um at fáa fund, sum er settur til í dag. Prís- og koronakreppan hótta nevniliga við at taka grundarlagið undan orkufeløgum í USA. Millum feløgini eru Chevron, Phillips og Exxon. Feløgini ynskja ikki at fáa almenna hjálp men vilja hava forsetan til at leggja seg út í prískríggið fyri at kunna fáa marknaðin aftur á beint. Heldur støðan fram sum nú verða heimsins oljugoysmlur fullar í mai. Og enn er hetta skrúvan uttan enda, tí í løtuni koma fleiri og fleiri mió. tunnur av olju á ein marknað, sum longu er fullur. Seinasta nýggja er eisini, at Saudi-Arabia av álvara er farið at leggja til rættis hækking av síni oljuframleiðslu til 10,6 mió. tunnur um dagin at byrja frá mai mánað.