Uttanlands

Saudiarabia vil lækka oljuframleiðsluna

Saudiarabia kann ikki liva við verandi oljuprísi, og tí fer landið nú at lækka framleiðsluna munandi.

2018-11-12 14:00 Author image
Jan Müller

Í gjár hittust umboð fyri fleiri av heimsins størstu oljuframleiðaralondum, teirra millum Saudiarabia. Undan fundinum hava tíðindi gingið um, at Opec umhugsaði at lækka um framleiðsluna í 2019, nú so nógv olja er á marknaðinum, og tað hevur trýst prísin niður um 70 dollarar eitt skifti. Um somu tíð sum Saudiarabia ynskir at lækka framleiðsluna er enn eitt av stóru framleiðaralondunu, Rusland av aðrari hugsan. Tað metir, at núverandi ovurframleiðsla fer bert at vara í avmarkaða tíð. Hetta skrivar Financial Times í morgun.

Eftir fundin í gjár segði orkuráðharrin í Saudiarabia, Khalid al-Falih, at almenna oljufelagið Saudi Aramco fer at framleiða eina hálva mió. tunnur færri um dagin í desember.

Oljuprísurin er lækkaður nógv seinastu mánaðirnar. Fríggjadagin var hann 69,5 dollarar. Fyri einum mánaði síðani var hann 86,5 dollarar tvs. ein lækking uppá heili 20%.

Greinarar vilja vera við, at ein av orsøkunum til ójavnan í oljuprísinum liggur hjá amerikanska forsetanum Donald Trump. Tá USA avgjørdi at seta í verk sanktiónir móti Iran og harvið at steðga iranska útflutninginum av olju var tað við til at hækka oljuprísin munandi. Marknaðurin metti, at framleiðslan fór at lækka so mikið nógv, at oljuprísurin kundi fara upp um bæði 90 og 100 dollarar. Síðani hevur Trump givið fleiri av keyparalondunum av iransku oljuni undantak frá sanktiónunum. Tvs. at lækkingin av irnaska útflutninginum verður sera avmarkaður. Trump segði eftir hetta, at tað var hansara uppgáva at tryggja, at oljuprísurin ikki var ov høgur. Sambært greinarum tykist strategiin hjá amerikanska forsetanum at rigga. Stutt eftir at sanktiónirnar komu í gildi kravdi Trump av bæði Saudi Arabia og Ruslandi, at tey øktu um sína framleiðslu fyri at vega upp ímóti minkingini í iranska útflutninginum. Eisini tann parturin av strategiini riggaði.

Sum støðan er í løtuni er stór óvissa um, hvat fer at henda á marknaðinum. Saudiarabia fer so at lækka framleiðsluna við 500.000 tunnum um dag og saman við øðrum londum fer samlaða lækkingin helst at vera um eina mió. tunnur. Kortini eru fleiri stór framleiðaralond so sum Irak og Rusland, sum ongan skund tykjast hava. Orsøkin til at Saudiarabi ynskir at lækka framleiðsluna er tann, at verandi oljuprísur er ov ov lágur til, at landið kann varðveita sítt budgett. Stóri jokarin er tó amerikanska skiferframleiðslan, sum er methøg við 11,5 mió. tunnum um dagin. Greinarnar vilja vera við, at henda framleiðslan fer at hækka uppaftur meira, og tað kann so aftur ávirkan oljuprísin.