Uttanlands

Scrabster brynjar seg til vaksandi oljuvirksemið eystan fyri Føroyar

Nú m.a. oljuvirksemið eystan fyri Føroyar er vaksandi útbyggja skotar sínar havnir

Havnin í Scrabster fær nú stuðul til útbygging fyri at kunna taka ímóti vaksandi oljuvirkseminum eystan fyri Føroyar. Tað hendir samtíðis sum Vinnuhúsið heitir á komandi landsstýrið at seta meira ferð á arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil.

Havnin í Scrabster fær nú stuðul til útbygging fyri at kunna taka ímóti vaksandi oljuvirkseminum eystan fyri Føroyar. Tað hendir samtíðis sum Vinnuhúsið heitir á komandi landsstýrið at seta meira ferð á arbeiðið við at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil.

2019-08-09 15:25 Author image
Jan Müller

[object Object]

Støðugt vaksandi virksemið í Norðuratlantshavi við fleiri og størri cruise- og frálandsskipum hevur eggjað havnum í okkara næsta grannalag, Skotlandi og Hetlandi, til at menna og útbyggja sínar havnir. Ein kann siga, at hetta er sama gongdin, sum vit hava havt her heima í Føroyum, har stórar havnaútbyggingar eru farnar fram seinastu mongu árini til tess at betra um umstøðurnar og fyri at kunna taka ímóti vaksandi virkseminum. Mongu havnirnar vilja fáa sín part av køkuni – tí vaksandi virkseminum til havs antin talan er um ferðavinnu ella oljuvinnu.

Seinasta dømið um hesa gongdina er útbygging av havnini í Scrabster í norðasta enda á Skotlandi. Útbyggingin av hesi norðastu havnini í Stórabretlandi hevur verið í gongd í eina tíð og er rómurin stórur í hesum fjarskotna økinum, nú almennir stovnar so sum Highlands and Islands Enterprise (HIE) hava avgjørt at lata 30 mió. kr. til at fremja seinasta partin av útbyggingini uppá tilsamans 160 mill. kr.

Bretskir miðlar endurgeva politikarar og vinnulívsfólk, sum fegnast um seinastu tíðindini. Nú verður so farið undir at nútímansgera og leingja verandi St Ola pierin í Scrabster, sum so aftur kann gerast ein djúphavn, ið kann taka ímóti størri skipum. Tá hetta arbeiðið er liðugt kann Scrabster taka ímóti cruiseskipum, sum eru 250 metrar long og frálandsskipum, sum kunnu vera upp til 170 metrar til longdar. Hetta fer at geva Schrabster eina sera góða støðu í kappingini um at fáa lut í vaksandi virkseminum á Atlantsmótinum. Mett verður at nýggja íløgan í havnina í Scrabster fer at skapa 28 nýggj arbeiðspláss og geva eina inntøku uppá 20 mió. kr. til økið um árið. Hetta er ein vøkstur uppá 18%.

Tað fer serstakliga at fáa ágóðan av tí vaksandi oljuvirkseminum vestan fyri Hetland umframt at kunna taka ímóti 30.000 fleiri cruise ferðafólki um árið.

Matthew Reiss, sum er valdur fyri Caithness og er formaður í Highland Council, sigur sambært Energy Voice:

“This is really good news. Scrabster is set to have a very bright future. It is the only port on the north coast able to service the new oil activity west of Shetland and the new pier development will allow it to expand the number and size of cruise liners attracted to the port.”

Útbyggingin fer at geva Scrabster og Caitnessøkinum eina búskaparliga framgongd, nú havnin er tann einasta hesum partinum av  Skotlandi, sum kann veita vaksandi virkseminum vestan fyri Hetland tær tænastur, sum tørvur er og fer at verða á.

[object Object]

Umframt verandi virksemi á Atlantsmótinum, tvs. økinum millum Hetland og Føroyar, so miðja bæði bretskir og føroyskir myndugleikar móti at menna leitingina báðumegin markið - við vón um, at fleiri oljufeløg fara at gera íløgur í bæði leiting og útbyggingar av olju- og gassleiðum í hesum økinum, sum av mongum nú verður kallað "tann nýggi Norðsjógvurin". Gula økið føroysku megin markið er økið, sum er bboðið út í 5. leitiútbjóðingini og violetta økið eystan fyri markið er økið, sum bretar hhava boðið út í 32. útbjóðingini. Gerast hesar útbjóðingarnar væleydnaðar, so fer vvirksemið á Atlantsmótinum at vaksa uppaftur meira komandi árini.

Vit hava sæð somu tilgongd í Føroyum til vaksandi virksemi, har havnir eru útbygdar bæði í útjaðaranum og í miðøkinum. M.a. kann nevnast, at bæði Vágur, Tvøroyri, Tórshavn, Runavík, Fuglafjørður og Klaksvíkin hava betrað um sínar havnaumstøður seinastu árini fyri nettupp at kunna taka ímóti fleiri og størri skipum. Nú uppundir komandi løgtingsval heitir Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum á landsins myndugleikar um at halda fram við og menna marknaðarføringina  av Føroyum sum maritiman tænastudepil. Verandi landsstýrismaður í Vinnumálum, Poul Michelsen hevur eisini lagt stóra herðslu á júst henda spurningin, ikki minst nú vit hava sæð økt virksemi eystan fyri markið, har oljufeløg leita eftir og framleiða olju og gass.

[object Object]

Nú oljuleitingin otar seg longur vestur móti Føroyum er hetta ikki óvanlig sjón á Vestaru bryggju í Havn. Her er eitt veitingarskip av oljuleiðunum eystan fyri markið júst komið á Havnina fyri at skifta manning. Føroyski skiparin sær stórar fyrimunir at koma til Føroya heldur enn at fara til Hetlands ella Skotlands. Ein gongd, sum kann fara at vinda uppá seg og harvið gevur arbeiði og inntøkur til føroyskar fyritøkur og havnir. Mynd Jan Müller

Nú ynskir Oljuvinnufelagið, at uppaftur størri dentur skal leggjast á hesa gongdina, so hetta verður uttan iva ein av uppgávunum hjá komandi vinnumálaráðharranum, hvør hann/hon so enn verður.

At oljuvirksemið nærkast Føroyum eru vit eisini heilt ítøkiliga vitni til í hesum døgum. Fer tú oman á Vestaru vág í Tórshavn, so vitja her - um ikki oftani enn - so kortini av og á frálandsskip, sum arbeiða hjá oljupallum skamt frá føroyska markinum. Nú um dagarnar vitjaði Esvagt Contender á Havnini fyri at skifta manning. Er tørvur á øðrum vørum og tænastum so keypa tey tað eisini her. Tað er helst bara ein spurningur til, at útlendsku reiðaríini fara at finna út av, at tey við fyrimuni kunnu keypa ávísar vørur og tænastur í Føroyum heldur enn at fara til Hetlands og Skotlands. Í næstu viku kemur sama skip aftur á Havnina at skifta manning, og vikuna eftir kemur Esvagt Olympic á Havnina fyri at skifta manning. Tey arbeiða bæði fyri kinverska oljufelagið Cnooc International, sum borar tveir leitibrunnar eystan fyri føroyska markið í løtuni, Cragganmore her norðuri, og so Howick longur suðuri. Í báðum førum er skjótari og lagaligari at koma til Havnar fyri at skifta manning, og her hava ikki minst frálíku tænasturnar frá Vága Floghavn mest at siga.

Í fjør var ein sendinevnd umboðandi nakrar føroyskar veitarafyritøkur í Aberdeen við nettupp tí fyri eygað at vitja oljufeløg, sum arbeiða eystan fyri Føroyar, fyri at greiða teimum frá møguleikunum tey hava at brúka Føroyar sum veitingarstað.

Hetta er so eisini ein gongd, sum næsti granni okkara, Hetland, fær ágóða av. Seinastu hagtølini fyri virksemið í havnini í Lerwick vísa støðugt vaksandi tal av skipum, sum brúka havnina, Hetta serstakliga orsakað av økta oljuvirkseminum vestan fyri Hetland.Vøksturin fyrru helvt av 2019 er 25% skrivar Shetland Times.