Uttanlands

Scrabster fyrireikar seg til vaksandi oljuvirksemi um okkara leiðir

Um somu tíð royna eisini føroyskir veitarar at varpa ljós á Føroyar sum útgerðarstøð hjá oljufeløgum

2019-04-26 16:37 Author image
Jan Müller

Nú oljufeløg og íløgufeløg av álvara eru farin at varpa ljós á Atlantsmótið, tað er økið millum Hetland og Føroyar, vilja havnir í Skotlandi hava ein part av køkuni. Higartil hevur Aberdeen verið tann mest týðandi oljuhavnin at veita tænastur til virksemi bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Men nú virksemið otar seg longur og longur vestur og norður eftir verður teinurin til Aberdeen í so langur, at aðrar havnir, sum liggja longur norðuri í Skotlandi, royna at gera sær dælt av hesi støðuni og vilja sleppa upp í part.

Og fyri at kunna gerast veitarar til bæði oljuleiting og útbyggingar av olju- og gasskeldum eystan fyri føroyska markið, so verða fleiri skotskar havnir bygdar út. Ein teirra, sum liggur framvið og sum hevur góðar fortreytir, er havnin í Scrabster. Hon hevur sum er stórt frálandsvirksemi, men fyri at kunna nøkta tørvin á vaksandi virkseminum vestan fyri Hetland, fer Scrabster nú at gera stórar íløgur.

Ætlanin er at brúka nærum 200 mill. kr. til útbygging og nútímansgerð av havnini í Scrabster, soleiðis at Scrabster verður til eina veruliga oljuútgerðarhavn. Útbyggingin fer at gera havnina føra fyri at taka ímóti bæði størri frálandsskipum, sum bæði arbeiða í oljuvinnuni og við varandi orkukeldum og eisini ferðamannaskipum. Ikki minst verður lagt eftir at kunna hýsa meðalstórum ferðamannaskipum. Ætlanin er at fáa væl fleiri ferðamannaskip til økið enn tey umleið 12, sum vitja árliga.

Men stórur dentur verður eisini lagdur á, at nú Scrabster er tann havnin í Skotlandi, ið liggur næst við oljukeldurnar og oljuvirksemið vestan fyri Hetland, so er upplagt at menna havnina har til at kunna bjóða seg fram til hetta virksemið. Havnamyndugleikarnir eru greiðir yvir, at fleiri stór altjóða oljufeløg fara at gera stórar íløgur vestan fyri Hetland komandi árini, og tá er greitt, at Scrabster vil fegið bjóða seg fram sum útgerðarhavn fyri hesum virkseminum tvs. lutvíst loysa av bæði Aberdeen og Lerwick.

Fíggingin til útbyggingina kemur frá Scrabster Harbour Trust eins og frá Highlands and Islands Enterprise og Nuclear Decommissioning Authority skrivar Energy Voice. Útbyggingin verður liðug í 2020.

Útbygging av havnum fer annars fram fleiri aðrastaðni í Skotlandi. Eitt nú verður fyrireikað útbygging av havnini í Wick fyri 500 mill. kr. Henda útbyggingin er fyrst og fremst ætlað at kunna taka sær av niðurtøku av gomlum oljupallum, eisini nevnt ”decommissioning”. Og fara vit longur suður til oljuhøvuðsstaðin Aberdeen, so fer har fram stór útbygging av havnaumstøðunum í Nic víkini nærhendis Aberdeen, har brúktar verða góðar 3 mia. kr. til eina spildurnýggja havn, sum bæði skal kunna taka ímóti frálandsskipum men ikki minst stórum ferðamannaskipum.

Føroyar bjóða seg fram

Í ávísan mun kann sigast, at hesar útbyggingar eru kappingarneytar til fleiri havnir í Føroyum, bæði hvat frálandsskipum og ferðamannaskipum viðvíkur. Útbyggingar eru seinastu árini gjørdar bæði í Havn, á Skálafjørðinum, í Fuglafirði, í Klaksvík og í Suðri, sum skulu kunna taka ímóti bæði fiskiskipum, farmaskipum, frálandsskipum og ferðamannaskipum.

Tað hevur leingi verið róð framundir, at Føroyar við síni góðu geografisku støðu eiga at bjóða seg fram sum ein tænastu- og tilfeingisdepil í Atlantshavi. Mongu veitarafyritøkurnar á landi umframt góðu havnaviðurskiftini eiga at kunna kappast við havnir í grannalondunum, nú eitt nú olju- og gassvirksemi flytur seg nærri og nærri Føroyum.

Seinastu útmeldingarnar um útbygging av Scrabster til eina veruliga oljuútgerðarstøð at nøkta vaksandi eftirspurningin á Atlantsmótinum er so ein kappingarneyti til føroysku ynskini um at vera partur av tilgondini hinumegin markið.

Herfyri vóru umboð fyri fleiri føroyskar veitarafyritøkur á vitjan í Aberdeen, har tær hittu umboð fyri fleiri av teimum stóru oljufeløgunum, sum eru virkin eystan fyri markið. Har fingu tey at vita, at um føroyskar fyritøkur eru kappingarførar og Føroyar liggja nærri oljukeldunum á Atlantsmótinum, tá fara feløgini sjálvandi at hyggja til Føroya eisini. Somuleiðis er hugsandi, at føroyskir veitarar og havnir kunnu koma inn á marknaðin í einum samstarvi við bæði skotskar havnir og veitarafyritøkur annars.

Í løtuni verður borað fáar kilometrar frá markinum. Verður talan um nýggj oljufund í hesum økinum, so liggja Føroyar sum veitingardepil uppaftur nærri oljuøkinum enn tær skotsku havnirnar, sum bjóða seg fram. So her eru møguleikar. Spurningurin er nú, hvussu Føroyar marknaðarføra seg á bestan hátt. Tað vil tíðin so vísa. Og so skulu vit heldur ikki gloyma: at vit eiga eina oljuútgerðarhavn í Runavík, sum við sínum drúgvu royndum er til reiðar at bjóða seg fram við sínum tænastum, tá leitingin nærkast og loksins fer vestur um markið.