Uttanlands

Semja um at minka útlátið enn meira

Altjóða veðurlagsstevnan í Pólandi er av og er semja um at endurskoða málið fyri minking av CO2 útlátinum, soleiðis at fleiri tiltøk verða sett í verk

2018-12-16 22:35 Author image
Jan Müller

Seint leygarkvøldið endaði veðurlagsfundurin í Katowice í Pólandi við eini semju um eina klimaavtalu. Hóast umhvørvisfelagsskapir ikki eru fult so nøgdir við allar partar av avtaluni, so verður kortini mett, at hon er eitt stórt framstig. M.a. skal man við hesi avtaluni kunna fylgja við, um londini gera tað tey hava sagt seg vilja. Avtalan sigur, at øll lond innan 2020 skulu hava broytt síni mál. Kortini merkir hetta ikki, at londini binda seg til nakað ávíst. Eitt nú hava fleiri lond sagt seg ikki taka undir við seinastu veðurlagsfrágreiðingini frá einum ST paneli. Ein atfinning at avtaluni er annars, at tey ríku londini hava ov lætt at sleppa sær undan at fíggja tiltøk móti CO2 útláti í menningarlondunum.

Stóra óvissan ella ósemjan á ráðstevnuni er leikluturin hjá ríku ídnaðarlondunum í mun til fátækari menningarlondini. Her verður mett, at ríku londini gera ov lítið fyri at stuðla fátækari londunum at røkka nýggju málunum. Hesi eru sambært frágreiðing frá ST, at heimsins lond eru noydd til at endurskoða síni mál fyri CO2 útlát, nú nógv bendir á, at málini frá Parísavtaluni í 2015 als ikki røkka til. Tí er tvingandi neyðugt, at tey umleið 200 londini, sum vórðu við á ráðstevnuni í Pólandi, minka munandi meira um útlátið enn tey higartil hava sett sær fyri.

Hesar seinastu vikurnar hava umboð fyri umleið 200 lond verið savnað í Pólandi fyri at viðgera veðurlagsbroytingarnar kring heimin. Semja er á fundinum um, at nakað ítøkiligt skal henda, um heimurin skal forða fyri, at broytingarnar í veðurlagnum vegna CO2 útlát ikki týna heimin. Víst verður m.a. til at í ísurin er við at bráðna og smærri oyggjasamfelag verða yvirfloymd. Endamálið við ráðstevnuni hesaferð var at seta út í kortið, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at steðga ringastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.

Fyri at røkka út til øll heimsins herðashorn við hesum týðandi og álvarsliga boðskapi høvdu vertirnir boðið heimskenda náttúrufrøðinginum David Attenbourogh at halda røðu. Hann er kendur av hvørjum mansbarni kring heim fyri sínar framúrskarandi frásøgnum úr náttúruni kring heimin.

Hann kom eisini við eini álvarsligari ávaring til oddafólkini í heiminum. ”Júst í hesi løtu standa vit yvirfyri eini globalari menniskjaskaptari vanlukku, tí størstu hóttanina móti mannaættini í túsundtals ár. Um vit ikki gera nakað, so er vandi fyri, at sivilisatiónin verður oydd og harvið eisini meginparturin av náttúruni á klótuni.”

”Climate change is "the biggest threat to this planet in thousands of years", segði heimskendi náttúrufrásøgumaðurin, sum sat í nýggja fólksins stóli á ráðstevnuni umboðandi alla mannaættina.

Eisini fyrrverandi guvernørurin í California, Arnold Schwarzenegger var millum luttakararnar á ráðstevnuni. Hann fanst m.a. at nýtsluni av fossilum brennievnum.

Aðalskrivarin í ST, Anónio Guterressett ráðstevnuna og var hann sera avgjørdur um týdningin at taka veðurlagsbroytingarnar í størsta álvara. Hann helt ikki, at heimurin gjørdi nokk fyri at steðga útlátinum av CO2 og segði, at neyðugt varð at fáa heimin á aftur røttu kósina.

”Hóast vit hava verið vitni til oyðing kring heimin orsakað av veðurlagsbroytingunum, gera vit framvegis ikki nokk fyri at minka um kolveltandi avleiðingarnar frá broytingunum í veðurlagnum. Nógv menningarlond, sum merkja avleiðingarnar av broytta veðurlagnum kæra sína neyð yvir, at ríkari lond, sum hava ábyrgdina av meginpartinum av søguligu nýtsluni av eitt nú fossilum brennievnum, ikki gera nóg mikið fyri at hjálpa teimum.”

Endamálið við ráðstevnuni í Pólandi hevur fyrst og fremst verið at fylgja upp málunum frá Parísstevnuni í 2015, hvørs høvuðsmál tá var at halda globalu upphitingina undir 2 stigum men eftir tí nýggja málinum at avmarka hitaøkingina, soleiðis at hon verður upp aftur minni, nevniliga undir 1,5 stig. Hesi málini krevja, at CO2 útlátið verður minkað nógv meira enn upprunaliga avtalað, helst trífalt tað, sum varð avtalað í París.