Innanlands

Sera væl nøgd við føroysku manningarnar

-Vit hava verið heppin við at hava sera støðugar manningar. Hetta ger eisini, at skipini verða sera væl røkt og driftað. Tað hevur sera stóran týdning – ikki minst nú oljuvinnan hevur verið í kreppu so leingi, sigur nevndarforkvinnan í Tor Shipping

Gleðin var stór á bæði manning og teirra kæru, tá manningarskifti á frálandsskipinum Stril Merkur fyri fyrstu ferð var í Føroyum í vikuni. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Gleðin var stór á bæði manning og teirra kæru, tá manningarskifti á frálandsskipinum Stril Merkur fyri fyrstu ferð var í Føroyum í vikuni. Mynd Jan Müller/oljan.fo

2020-04-10 16:37 Author image
Jan Müller

[object Object]

Tor Shipping var væl mannað, tá Stril Merkur kom á Havnina í vikuni. Fv. Hentzar Steingrímsson, stjóri, Jan Olsen, manningarleiðari og Joan Torleivsdóttir, nevndarforkvinna. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Í vikuni kom norska frálandsskipið “Stril Merkur” við føroyskari manning og undir føroyskum flaggi  til Føroya fyri fyrstu ferð, síðani skipið varð bygt fyri skjótt 10 árum síðani. Hetta var ein heilt serstøk løta fyri manningina, sum nú fyri fyrstu ferð skuldi av- og ámynstra í føroyskari havn.

[object Object]

Heima aftur......Mynd Jan Müller

Men hendingin var eisini sera forkunnug fyri tey fýra fólkini, ið dagliga manna skrivstovuna hjá Tor Shipping, sum nú í mong ár hava gjørt skipið út til arbeiðsuppgávur í Norðsjónum. Millum teirra ikki minst Joan Torleivsdóttir og Hentzar Steingrímsson, sum standa á odda fyri fyritøkuni. Tað var ein heilt serlig kensla fyri Joan fyri fyrstu ferð at standa á bryggjuni í Havn og taka ímóti skipinum, sum tey hava rikið nú í mong ár.  

[object Object] 

Tor Shipping hevur  samstarvað við norska  fyritøkuna "Simon Møkster Shipping" síðan 2003, tá reiðaríið  skrásetti fyrsta skipið í Føroyum. Teir hava havt 8 skip skrásett her gjøgnum árini. Í løtuni er talan um tvey skip, Stril Merkur og Stril Mariner. 

[object Object]

....Tá babba kemur heim.....Frøðin var stór, tá tey fingu skiparan heimaftur. Mynd Jan Müller

Orsøkin til at teir á sinni komu til Føroya var, at tað var trupult at fáa skipini mannað í Noregi. Á norskum sokkuli skulu manningarnar tosa skandinaviskt, og tí vildu teir royna føroyingar, sum jú skilja danskt og norskt greiðir Joan frá.

[object Object]

"Teir og vit eru sera væl nøgd við føroysku manningarnar. Og vit hava verið heppin við at hava sera støðugar manningar. Hetta ger eisini, at skipini verða sera væl røkt og driftað. Tað hevur sera stóran týdning – ikki minst nú oljuvinnan hevur verið í kreppu so leingi,” sigur Joan. 

Í løtuni hava tey áleið 55 mans starvssettar.

[object Object]

Tey  eru fýra fólk á skrivstovuni í Havn. Høvuðsraksturin  er at vera útgerðarfelag fyri feløg, sum hava skip skrásett í Føroyum. Men tey eru eisini agentar fyri útlendsk skip, sum koma til Føroya. Størsti parturin av tí virkseminum er ferðamannaskip. 

[object Object]

"Virksemið við ferðamannaskipum er sera nógv merkt av hesum korona tíðum – er tíverri heilt dottið niður fyri. Hesa tíðina plaga vit at hava sera nógv at gera við at fyrireika cruise vitjaninar. Nógvir spurningar skulu svarast, og nógvar kostnaðarætlanir gerast. Men nú er alt stein deytt – sera løgið, og ein stór broyting fyri okkum. Helst missa vit alla cruise sesongina, og tað fer sjálvsagt at merkjast, “ sigur Joan Torleivsdóttir við oljan.fo og leggur aftrat:

[object Object]

Jónsvein Berg, yvirstýrimaður, sigur farvæl við familjuna. Mynd Jan Müller

"Tí er tað eisini enn meira gleðiligt at fáa eitt skip sum Merkur heim at hava manningarskifti. Og tað hevði verið stuttligt at fingið Mariner heim eisini, men tað eydnaðist tíverri ikki á hesum sinni. Manningarnar á Mariner og Merkur skifta vanliga í Noregi. Og í tí sambandi hava vit altíð haft eitt sera gott samstarv við Atlantic Airways. Tá teir høvdu tey smærru flogførini, leigaðu vit flogfør til manningarskiftini. Hetta bleiv ov kostnaðarmikið við teimum størru flogførunum, men Atlantic Airways hevur lagt eina rutu til Bergen, sum er tillagað okkum í vinnuni, og tað er fantastiskt,” sigur hon. 

[object Object]

Koma og fara.....Fremst Kári Jacobsen, kokkur á Stril Merkur øll árini. Mynd Jan Müller

Nú fyrsta Stril skipið hevur verið í Føroyum til manningarskifti fara tey nú at evaluera hesa spennandi og avbjóðandi hendingina. Og í huganum livir eisini vónin um, at hetta ikki verður seinasta ferðin, at skip undir føroyskum flaggi og føroyskari manning leggja at í føroyskari havn.

[object Object]

Stril Merkur leggur frá landi aftur við kós móti norska landgrunninum. Mynd Jan Müller