Uttanlands

Seta meira ferð á oljuframleiðslu eystan fyri Føroyar

Oljufelag og veitarafeløg samstarva um at økja um framleiðsluna í føroyska grannalagnum

Royndir verða nú gjørdar við samstarvi millum oljufelag og veitarar at økja um framleiðsluna úr størsta oljufeltinum í Bretlandi, Clair Ridge, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar.

Royndir verða nú gjørdar við samstarvi millum oljufelag og veitarar at økja um framleiðsluna úr størsta oljufeltinum í Bretlandi, Clair Ridge, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar.

2021-05-29 15:47 Author image
Jan Müller

Oljuleiðin Clair Ridge miðskeiðis millum Hetland og Føroyar varð tikin í brúk í 2018 og er hon tann størsta á bretska landgrunninum og í Vesturevropa sum heild. Clair Ridge er partur av risastóru Clair oljukelduni, sum varð funnin í 1977. Hon er mett at goyma 9 mia. tunnur og higartil eru tvær leiðir á kelduni útbygdar til framleiðsluog er Clair Ridge tann seinasta.

[object Object]

Clair oljukeldan liggur eystan fyri Føroyar. Sunnanfyri hana liggja stóru oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven.

BP, sum er fyristøðufelag, upplýsir, at felagið hevur gjørt avtalu við tveir stórar veitarar, nevniliga Baker Hughes og Odfjell Drilling um at fara undir eitt miðvíst samstarv til tess at økja munandi um framleiðsluna. Avtalan, sum gongur yvir fimm ár, hevur til endamál at økja um framleiðsluna við 15% um árið. Henda ætlan skal m.a. røkkast við at leggja størri dent á góðsku, soleiðis at teir framleiðslubrunnarnir, sum skulu borast komandi árini fyri at kunna økja framleiðsluna, skulu vera 1. floks, tryggari og meira effektivir. Hetta skal nýggja samstarvið millum oljufelag og veitarar tryggja.

Hóast Clair keldan  varð funnin fyri skjótt 45 árum síðani, so byrjaði fyrsta framleiðslan ikki fyrr enn í 2005, tá Clair Phase One leiðin varð tikin í brúk. Hetta var eisini fyrsti fasti pallurin vestan fyri Hetland. Avbjóðingin við Clair kelduni hevur alla tíðina verið trupla jarðfrøðin og tunga oljan í torgreiddum goymslum í undirgrundini. Men tað eydnaðist BP við nýggjari tøkni at vinna á avbjóðingunum, og í dag framleiða so tvær leiðir á Clair  oljukelduni.  

Seinra av hesum, Clair Ridge, fevnir um tveir pallar, sum standa á havbotninum. Fyrsta oljan rann í november 2018. Nú framleiðslan hevur verið nakað lakari enn ætlað, verður so farið undir eitt samstarv við veitarar, sum skulu vera við til at tryggja øking í framleiðsluni.

[object Object]

Emeka Emembolu, BP forseti fyri Norðsjógvin, sigur við Energy Voice, at ætlanin við hesi nýggju verkætlanini er at fáa sum mest av olju upp úr Clair kelduni við at oljufelag og veitarafeløg arbeiða saman, og at hesi síðani fáa ágóðan av øktu framleiðsluni. Hann heldur, at hetta slagið av samarbeiði kann fáa stóran týdning fyri oljuframleiðslu í Norðsjónum og vera við til at tryggja framhaldandi virksemi í hesum økinum og í hesum sambandi eisini komandi útbyggingar. BP arbeiðir nevniliga  í løtuni við at fara undir enn eina útbygging á Clair kelduni, ta triðju í røðini.  Henda útbygging hevur fingið heitið Clair South.

Umboð fyri hini bæði feløgini í samstarvinum, Baker Hughes og Odfjel Drilling eru sera fegin um ætlanina og síggja fyri sær fleiri nýggjar møguleikar fyri at fáa meiri olju upp úr undirgrundini, soleiðis at virksemið verður enn meira lønandi og við til at varðveita og entá skapa nýggj arbeiðspláss.