Uttanlands

Seta spakan í risastóra vindmylnulund í Hetlandi

Hon skal vera við til at minka um samlaða CO2 útlátið við m.a. at veita streym til mongu oljupallarnar eystan og vestan fyri Hetland

2020-09-18 12:50 Author image
Jan Müller

[object Object]

Um somu tíð sum vit í Føroyum arbeiða við at seta upp vindmyllur ymsa staðni kring landið, og nú SEV sum nakað heilt nýtt fer at kanna møguleikan at fara undir eina sjóvindmylnulund eystan fyri Nólsoynna, seta grannar okkara í Hetlandi spakan í eina risastóra verkætlan við einki minni enn 103 vindmyllum á landi. Framleiðslan skal byrja um 3-4 ár. Henda ætlan er partur av eini størri verkætlan nevnd “Shetland Energy Hub”, hvørs endamál er at skunda undir íløgur í varandi orkukeldur, soleiðis at tær fáa størri leiklut í samlaða orkukervinum. Við hesi íløgu verður miðjað móti at minka munandi um CO2 útlátið. Tað skal so aftur kunna gagna umlegging av vinnuni í oyggjunum.

Vindmyllurnar skulu bæði framleiða streym til hetlendsk húsarhald og virki og skulu eisini vera partur av ætlanini at veita elorku til raksturin av teimum mongu olju- og gasspallunum bæði eystan og vestan fyri Hetland. Uppá longri sikt skal henda útbyggingin tengjast saman við eini elleiðing á havbotninum millum Hetland og Skotland. Tá alt hetta er komið uppá pláss skal møguleiki vera fyri at flyta streym báðar vegir tvs. úr Hetlandi til Skotlands og úr Skotlandi til Hetlands, alt eftir nær tørvur er á hesum. 

Nú um dagarnar varð so farið undir at gera klárt til at seta mongu vindmyllurnar upp. Talan er um eina verkætlan, sum hevur verið fyrireikað  síðani 2005 og er mett at kosta einar fýra mia. kr. Felagið aftanfyri verkætlanina er Viking Energy, sum verður fíggjað við bæði almennum og privatum peningi. Á odda fyri projektinum hava verið almenni stovnurin Shetland Islands Council (SIC) og orkufyritøkan Scottish and Southern Energy (SSE), sum m.a. framleiðir gass vestan fyri Hetland, og sum er ein av høvuðs orkuveitarunum á bretska meginlandinum.

Tað hevur verið ein tung føðing at fáa verkætlanina av bakkastokki, har øll hugsandi loyvi skuldu fáast uppá pláss, men nú er so loksins klárt til at byrja arbeiðið at seta upp tær 103 vindmyllurnar. Upprunaliga var ætlanin at seta upp 150 vindmyllur. Men mótstøðan millum íbúgvar í Hetlandi, sum vilja varðveita eina óspilta náttúru, hevur eisini verið stór. Verkætlanin hevur sett kílar í millum familjur og búøki. Mótstøðufólkini halda, at veruliga endamálið er ikki at veita streym til hetlendingar men heldur at veita streym til skotska meginlandið,

Hjá SSE, sum fíggjar og stýrir verkætlanini, vísa tey á, at arbeiði verður til umleið 400 fólk í byggitíðini og verða so 35 føst størv har komandi 25 árini. Víst verður á, at hon fer rudda slóð fyri nýggjum íløgum í Hetlandi, sum aftur fara at seta ringar í vatnið. Mótstøðufólkini halda tó, at vakra náttúran í Hetlandi kemur at lúta fyri fíggjarligum áhugamálum og grønu ávirkanini á meginlandinum.

Meira enn 15 ár eru nú gingin, síðani ætlanin varð kunngjørd á fyrstan sinni og hava sum umrøtt verið nógvar forðingar á leiðini við bæði lokalum lógum og reglum og síðani eisini ES reglugerðum við atliti til djóralív.

Í dag er tað so fyritøkan SSE, sum stendur fyri projektinum, sum skal kunna veita streym til 500.000 húsarhald. Hon verður tá tann størsta av sínum slag í Bretlandi.