Uttanlands

SHEFA og Tampnet í samstarv um fartænastur til oljuvinnu

Føroyska SHEFA og norska Tampnet eru farin undir samstarv at veita fartænastur til olju- og frálandsvinnuna vestan fyri Hetland

2018-12-14 12:50 Author image
Jan Müller

Samstarvið snýr seg í høvuðsheitum um at veita fartænastur til oljupallar og supplyskip í økinum. Farsamband gevur møguleika fyri, at oljupallar og skip í frálandsvinnuni, ið ikki hava fast samband í dag, kunnu fáa støðugt samband við høgari góðsku. Oljupallar, ið ikki hava far- ella fipursamband, nýta í dag fylgisveinasamband ella fast loftborið samband. Hetta kann verða bæði óstøðugt og kostnaðarmikið.

“Í fyrsta umfari fevnir samstarvið millum SHEFA og Tampnet um tvær basisstøðir. Ein basisstøð er uppsett á framleiðsluskipinum Glen Lyon, og ein basisstøð verður í næstum uppsett á Clair Ridge oljupallinum. Hesar støðirnar fara at tryggja farsamband í økjunum kring Glen Lyon og Clair Ridge. Umframt at hækka trygdina í økinum er farsambandið eisini við til at lætta um samskiftið inn á meginlandið,” sigur Páll Højgaard Vesturbú, stjóri á SHEFA.

[object Object]

Nýggi oljuframleiðslupallurin Clair Ridge, sum nú eisini fær tænastur frá føroysku Shefa fyritøkuni.

 

Føroya Tele ruddaði slóð

Tað eru annars fleiri ár síðani, at Føroya Tele fór undir at kanna møguleikarnar fyri at gerast veitari til olju- og frálandsvinnuna vestan fyri Hetland. Hetta kundi nevniliga lata seg gera, tá Shefa-kaðalin gjørdist veruleiki og varð lagdur á havbotnin millum Føroyar og Hetland. Hann skapti nýggjar møguleikar eisini fyri virðisskapandi útflutningi hjá hesum føroyska vinnuliga flaggskipinum. Shefa er vorðið einki minni enn ein sólskinssøga fyri føroyska telerisan og harvið eisini fyri føroyska samfelagið.

Felagið tók upp samráðingar við oljufelagið BP fyri umleið 10 árum síðani og vísti á teir fyrimunir Shefa kundi geva bretska oljurisanum. BP var og er framvegis undangongurfelagið á Atlantsmótinum og er fyristøðufelag fyri flestu av oljupallunum í grannalagnum. Úrslitið av bæði spennandi og krevjandi samráðingum gjørdist, at BP og dóttirfelagið hjá Føroya Tele, SHEFA gjørdu sáttmála um at veita fartænastur umvegis Shefa kaðalin til fleiri av oljupallunum og oljuskipunum vestan fyri Hetland. Avtalan var kolveltandi bæði fyri Føroya Tele og fyri BP, tí við hesi tænastu kundi BP flyta fleiri av arbeiðsplássunum á oljupallum og skipum til lands í Skotlandi. Hetta hevði við sær eina bæði betri, tryggari, skjótari og ikki minst eina bíligari tænastu fyri BP.

Síðani tá hevur SHEFA eisini gjørt líknandi sáttmálar við oljufeløg, sum arbeiða í danska partinum av Norðsjónum. Samanumtikið merkir alt hetta, at Føroya Tele gjøgnum Shefa er við til at vaksa um føroyskan útflutning, nakað, sum hevur stóran týdning fyri móðurfyritøkuna, ið skal tryggja tíðarhóskandi tænastur til allar Føroyar, umframt tann týdning hesin lutvíst nýggi útflutningurin hevur fyri samfelagið sum heild. At tað grør um gangandi fót ber so nýggja samstarvið millum Shefa og norska Tampnet boð um.

Við teimum mongu nýíløgum, sum verða gjørdar í menning av olju- og gassvinnuni vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar, er greitt, at hetta nýggja samstarvið kann fáa stóran týdning fyri føroyska tænastuveitaran, sum hevur gingið á odda og slóðað fyri, at føroyskar veitingar nú eru vorðnar ein týðandi partur av oljuvirkseminum í grannalagnum. Eitt virksemi, sum uttan iva eisini við tíðini fer at flyta longur vestur í føroyskan sjógv.

[object Object]

Páll Højgaard Vesturbú, stjóri fyri Shefa hevur nú tikið enn eitt stig til at økja um føroyskan útflutning - við at fara í samstarv við norsku fyritøkuna Tampnet.

Tíðindaskriv frá Tampnet kann lesast her: https://www.tampnet.com/news/tampnet-expand-offshore-4g-lte-coverage-to-the-west-of-shetland/