Uttanlands

Shell: Oljuvirksemi á djúpum vatni hægstu raðfesting

Tað hevur eydnast Shell at lækka kostnaðarstøðið við einum triðingi og fer felagið at raðfesta íløgur á djúpum vatni

2018-08-15 15:31 Author image
Jan Müller

Shell hevur megnað at lækka kostnaðin av leiting og framleiðslu við einum triðingi, soleiðis at virksemi á djúpum vatni nú er meira lønandi enn skifurframleiðsla. 

Í hesum døgum eru 50 ár síðani, at eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, fór undir fyrstu framleiðsluna í Norðsjónum. Við hetta søguliga vegamót ger felagið vart við, at tað ætlar at halda fram við virkseminum í hesum partinum av heiminum í fimti ár aftrat - og her fer økið millum Hetland og Føroyar at fylla nógv.

Hóast prísskædlið í 2014 var eitt risastórt afturstig fyri bæði leiting og framleiðslu, so hevur tað kortini eydnast Shell eftir bert 4-5 árum at venda gongdini, soleiðis at tað í dag hevur lækkað kostnaðirnar við einum triðingi. Tað hevur við sær, at Shell nú aftur av álvara er farið at gera íløgur í leiting og framleiðslu á djúpum vatni, eitt nú í føroyska grannalagnum vestan fyri Hetland.

Hetta kemur fram í stórari grein í heimskenda blaðnum Financial Times, har leiti- og framleiðslustjórin hjá Shell, Andy Brown, ger greitt, at felagið aftur er farið at raðfesta leiting og framleiðslu á djúpum havdýpi í Meksikanska Flógvanum, í Brazilia og á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar.

“The most excitement at the moment is from the deepwater,” Mr Brown told the Financial Times, saying projects in Brazil, the Gulf of Mexico and West of Shetland in the North Sea were among the most attractive.

Shell-stjórin tekur blaðið frá munninum og sigur, at hetta eru nýggjar og spennandi tíðir í oljuvinnuni, har tað aftur lønar seg at fara eftir olju og gassi, sum liggja goymd djúpti niðri í undirgrundini. Hann vísir á, at leiting og framleiðsla á djúpum vatni í dag er meira trygt og gevur eisini betri lønsemi enn t.d. framleiðslan av skifurolju- og –gassi í USA. Shell fer tí av álvara at gera stórar íløgur í virksemi á djúpum vatni eitt nú vestan fyri Hetland/eystan fyri Føroyar. Lønsemið í virkseminum á djúpum vatni, tvs. djúpri enn 300 metrar, er vorðið so mikið gott, at ”break-even” prísurin at framleiða olju á djúpum vatni er komin heilt niður á 30 dollarar fyri tunnuna. Skifurframleiðslan er brádliga ikki kappingarfør longur við framleiðslu á djúpum vatni sigur Shell stjórin. Hetta tí tað hevur eydnast felagnum at minka munandi um kostnaðirnar.

Andy Brown, Shell head of exploration and production: ”Deepwater can compete if not demonstrate higher returns because of fundamental cost reduction”,

Hetta eru sjálvandi hugalig tíðindi fyri oljufeløg og myndugleikar, sum vara av økjum við djúpum vatni, eitt nú økinum millum Hetland og Føroyar. Hyggja vit so eftir seinastu útbjóðingunum vestan fyri Hetland, síggja vit, at nettupp Shell hevur søkt um og fingið tillutað fleiri nýggj loyvi júst á djúpum vatni tætt við føroyska markið. Felagið hevur eisini keypt seg inn í loyvi hjá oljufelagnum Siccar Point Energy, sum nakað herfyri keypti upp øll loyvini frá eysturríska oljufelagnum OMV, ið eisini varð virkið í Føroyum.

At ein oljurisi sum Shell brádliga er farið at vísa ítøkiligan áhuga og vilja gera íløgur á djúpum vatni nær føroyska markinum er eitt sera gott tekin til tey, sum vilja síggja leiting og framleiðslu í hesum økinum. Tá eitt minni felag sum Siccar Point, sum er fyristøðufelag fyri oljukeldum sum Cambo nær føroyska markinum, fær eitt av heimsins størstu og fíggjarliga og tøkniliga sterkastu oljufeløgunum sum Shell at gerast partur av leiting og útbyggingum, tá lovar hetta væl fyri framtíðar virksemi her. Sí kort, sum vísa nøkur av loyvunum, sum Shell hevur fingið tillutað við seinastu útbjóðingarnar í Bretlandi. Tey flestu liggja tætt upp at føroyska markinum.