Uttanlands

Shell rinda Nigeria 700 mió. kr. í endurgjaldi fyri oljudálking

Dálkingin fór fram undir Biafrakrígnum fyri fimti árum síðani

2021-08-13 11:40 Author image
Jan Müller

Bretski-hálendski oljurisin Shell skal rinda fólkinum í einum øki í afrikanska landinum Nigeria góðar 700 mió. kr. í endurgjaldi í eini sak um oljudálking fyri meira enn 50 árum síðani.

Partarnir hava við hesum gjørt eina semju um ábyrgdina av dálkingini og endurgjaldinum. Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Shell skal rinda peningin til Ejama-Ebubu fólkið í syðra partinum av Nigeria.

Oljudálkingin fór fram undir Biafrakrígnum frá 1967 til 1970. Kríggið er eisini kent sum nigerianska borgarakríggið. Semjan er sambært fronsku AFP tíðindastovuni tann seinasta í eini røð av endurgjaldssakum í hesum ríka oljuframleiðandi partinum av Nigeria, har lokalsamfeløg í áratíggju hava stríðst fyri at fáa endurgjald fyri oljudálking og umhvørvisvanlukkur.

Shell hevur fyrr ført fram, at tað hevur ongantíð havt ein “fair” møguleika at verja seg móti krøvunum. Hinvegin hava umboð fyri lokala fólkið í Nigeria ført fram, at Shell hevur brúkt allar hugsandi snildir fyri at sleppa undan at rinda endurgjald fyri dálkingina.

Shell hevur higartil víst á, at tað er ein “triði” partur, sum hevur ábyrgdina av dálkingunum, og at felagið hevur bygt uppaftur alt tað, sum felagið annars kann hava oyðilagt. Nú er so semja gjørd, har fólkið í Nigeria fær fult endurgjald. Shell er annars tað oljufelagið, sum hevur gjørt flest íløgur í oljuvinnuna í Nigeria, men roynir felagið nú at sleppa sær av við sínar ognir í landinum.