Uttanlands

Shell selur oljuognir í Norðsjónum og ger íløgur á Atlantsmótinum

Oljufelagið Shell er við at selja olju- og gassognir í Norðsjónum og í Írlandi og miðsavnar seg ístaðin á Atlantsmótinum ma. nær Føroyum

Shell er eitt av virknastu oljufeløgunum á Atlantsmótinum

Shell er eitt av virknastu oljufeløgunum á Atlantsmótinum

2018-12-01 14:11 Author image
Jan Müller

[object Object]

Corrib gasskeldan vestan fyri Írland, sum Shell nú hevur selt.

Eitt av heimsins størstu oljufeløgum hevur í hesum døgum stóra útsølu av olju- og gassognum, her sertakliga um okkara leiðir. Seinasta sølan er gasskeldan Corrib í Írlandi. Við hesi søluni er Shell ikki longur partur av írska olju- og gassvirkseminum. Um somu tíð selur Shell eisini stóran part av ognum sínum í norska partinum av Norðsjónum. Herfyri seldi felagið út av ognunum í danska partinum av Norðsjónum. Útsølurnar eru partur av eini strategi hjá Shell fyri árini 2016 til 2018 at selja olju- og gassognir fyri umleið 300 mia. kr. Seinasta sølan av gasskelduni í Írland hevði eitt virði uppá knappar 10 mia. kr.

Endamálið hjá Shell við at selja út av ognum sínum er at finna rætta stevið í tess altjóða virksemi tvs. at finna røttu økini at miðsavna sítt framtíðar virksemi. Eftir øllum at døma er Atlantsmótið, tvs. økið vestan fyri Hetland eins og eystan fyri Føroyar eitt av økjunum, sum Shell hevur valt at varpa ljós á og gera framtíðar íløgur í.

 

[object Object]

[object Object]

Kortini vísa, hvar Shell er virkið eystan fyri Føroyar. Vit síggja risakeldurnar Clair og Schiehallion umframt mongu nýggju loyvini við markið, sum eisini fevna um Cambokelduna og grannalagið har.

Seinastu árini hevur oljufelagið fingið tillutað fleiri nýggj loyvi á Atlantsmótinum tvs. økinum við føroyska markið. Eisini hevur felagið keypt seg inn í loyvi og keldur nær markinum. Her er m.a. talan um Cambo oljukelduna eins og onnur loyvi nærhendis. Her er tað oljufelagið Siccar Point Energy, sum er fyristøðufelag og hevur selt partar av sínum ognum til Shell, ið eftir øllum at døma ætlar sær part av køkuni í hesum nýggja oljuøkinum tætt við Føroyar. Fyri hetta jomfrúliga økið er Shell ein kærkomin leikari, nú tað hevur so stórar fíggjarliga og tøkniliga styrki.

Tá føroyskt ferðalag herfyri vitjaði bæði Shell og Siccar Point í Aberdeen hildu stjórarnir har fyri, at økið við føroyska markið verður eitt av kjarnuøkjunum hjá felagnum í framtíðini.

Tey bæði feløgini fara í mars næsta ár at bora ein leitibrunn við heimsins størsta boripalli á Blackrock leitimiðinum, sum liggur einans 2 kilometrar frá føroyska markinum. Vónirnar til at finna nógva olju har eru stórar og fer Blackrock, um alt vil væl til, at gerast partur av eini umfevnandi útbygging av Cambo oljukelduni og øðrum smærri keldum í grannalagnum. Ein spildurnýggjur ”Hubbur” á hesi leiðini nær Føroyum er longu á tekniborðinum í Aberdeen. Og í hesum sama viðfangi er vert at hava í huga grannakelduna Rosebank, sum eisini stendur til at verða útbygd til framleiðslu, ikki minst nú oljufelagið Equinor hevur givið boð uppá partin hjá fyristøðufelagnum Chevron. Alt bendir tí á, at vit fara at síggja ein bjarta oljuframtíð í hesum partinum av Atlantsmótinum, sum komandi árini eisini kann fara at fevna um Føroyaøkið.

[object Object]

Fylgja vit gongdini í virkseminum hjá Shell hesi seinastu tvey árini, so bendir nógv á, at inntøkurnar Shell hevur forvunnið við at selja út av sínum ognum í Norðsjónum og nú í Írlandi eisini, helst eisini verða brúktar sum íløga í menningina av oljuvirkseminum á Atlantsmótinum, sum onkur eisini hevur valt at kalla ”tann nýggi Norðsjógvurin”. Við øðrum orðum – Shell er við at minka um sitt virksemi í Norðsjónum og tekur seg meira ella minni úr Írlandi – fyri síðani at skunda undir menningina í lutvíst nýggja oljulandslutinum á Atlantsmótinum. Her eigur Shell í stóru oljukeldunum Schiehallion og Clair umframt eisini øðrum enn ikki útbygdum oljukeldum. Haraftrat hevur felagið nógv nýggj leitilovyi bæði tætt við føroyska markið og eystan og norðan fyri Clair oljukelduna, loyvi, har felagið komandi árini uttan iva ætlar sær at bora fleiri leitibrunnar, tí tað metir, at olja goymir seg í undirgrundini.

[object Object]

Føroyskt ferðalag vitjar í tí mest "heilaga" rúminum hjá Shell í Aberdeen, har virksemi hjá felagnum sæst á stórskíggjum. Her saman við Shell-fólki, ið greiða frá.

Hyggja vit so eftir Føroyum sum framtíðar oljutjóð, so er eingin ivi um, at Shell við síni nýggju kós eystan fyri markið, eisini er við til at peila seg inn á føroyska landgrunnin. Hetta var eisini tað, sum føroysku umboðini á oljuferðini í Aberdeen herfyri fingu at vita.

[object Object]

Umboð fyri FOÍB vitja á høvuðsborgini hjá Shell í Aberdeen, har leitistjórin fyri Bretland, Írland og Føroyar greiðir frá.