Innanlands

Shipping - upplagdi møguleikin hjá føroyskum búskapi

Hóast flestu vinnur hava góðar dagar, so eiga vit eisini at seta fokus á alternativar vinnu heldur fólkatingsmaður

2019-02-01 19:13 Author image
Jan Müller

“Vit hava einki arbeiðsloysi, og flestu vinnur buldra fram. Hví so seta fokus á nakað annað enn tað, vit longu hava, sum vit gjørdu í Løkshøll í gjár?”, spyr Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður á Facebook, nú dagin eftir tiltak í Runavík um føroysku shippingvinnuna.  

Hann undirbyggir hetta við, at búskapur ongantíð er statiskur.

“Pendulið svingar altíð aftur og fram. Tað ræður um at vera til reiðar, tá tað fer at ganga skeivan veg hjá verandi vinnum.” 

Og hann sipar við hesum m.a. til fleiri av framløgunum í Løkshøll mikukvøldið, sum vístu, at shipping er ein góður, stórur og upplagdur møguleiki fyri nýggjum arbeiðsplássum og inntøkum. 

“Avbjóðingar eru av dálking, larmi og øðrum - men ikki størri enn, at tær kunnu og skulu loysast,” skrivar Sjúrður Skaale m.a.

Sjálvur heldur hann, at stórur áhugi var fyri tiltakinum, sum hann vónar fer at eggja til víðari kjak í samfelagnum um tann leiklut sum shippingvinnan hevur í Føroyum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum er við til at varpa ljós á hesa vinnuna. Herfyri tók hann stig til kanning av maritimu møguleikunum í Norðuratlantshavi. Hann hevur so eisini saman við hinum føroyska fólkatingsmanninum, Magna Arge úr Tjóðveldi, verið við til at seta maritimu Føroyar á skránna á so týðandi altjóða pallum sum arktisku ráðstevnuni í Reykjavík.