Innanlands

Skansi: - Eru á eini missión fyri Føroyar

- Tá tað kemur til at menna hesa vinnuna sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, hvørs fimm frálandsskip í hesum døgum hava vitjað heima aftur í Føroyum

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri: -Tað hevur týdning fyri okkum at skapa so nógv virksemi og vitan sum møguligt í Føroyum. Soleiðis eru øll starvsfólk og manning í Skansi føroyingar, og vit leggja okkum eftir at brúka føroyskar veitarar og tænastur, har tað er kappingarført.

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri: -Tað hevur týdning fyri okkum at skapa so nógv virksemi og vitan sum møguligt í Føroyum. Soleiðis eru øll starvsfólk og manning í Skansi føroyingar, og vit leggja okkum eftir at brúka føroyskar veitarar og tænastur, har tað er kappingarført.

2020-03-31 10:03 Author image
Jan Müller

Í morgun kom fjórða av frálandsskipunum í Skansaflotanum til Føroya at skifta manning. Tað var Saeborg, sum arbeiðir fyri Equinor. Hóast truplar tíðir við koronasmittu og metlágum oljuprísum, so fegnast stjórin í fyritøkuni, Jens Meinhard Rasmussen um at fáa øll skipini heimaftur - um tað so bara er fyri at venda.

[object Object]Koma og fara, Saeborg júst komin til bryggju á Molanum í Havn, meðan Sjóborg veitrar farvæl ávegis til arbeiðis aftur  í Norra við spildurnýggjari manning. Mynd Jan Müller

"Tað er sera forkunnugt at fáa skipini til Føroyar. Skansi Offshore hevur skrivstovu í Tórshavn, men tað gevur eina aðra mynd av felagnum sum arbeiðspláss at síggja øll skipini, sum eru okkara rakstrargøgn, her hesar dagarnar. Vit halda okkum onkursvegna at vera á eini missión fyri Føroyar, tá tað kemur til at menna hesa vinnuna. Tað hevur týdning fyri okkum at skapa so nógv virksemi og vitan sum møguligt í Føroyum. Soleiðis eru øll starvsfólk og manning í Skansi føroyingar, og vit leggja okkum eftir at brúka føroyskar veitarar og tænastur, har tað er kappingarført,” sigur Jens Meinhard Rasmussen, sum í hesum koronatíðum seinastu dagarnar hevur staðið nærum einsamallur á bryggjukantunum fyri at taka ímóti øllum flotanum.

Tað er so koronasáttin, sum hevur fingið reiðaríið til taka avgerðina at fáa øll skipini heim at skifta manning, heldur enn at lata manningarnar fara við flogfari og harvið vera í smittuvanda.

[object Object]Jens Meinhard Rasmussen, stjóri og Jógvan Emil Nielsen, fíggjarleiðari taka ímóti Eldborg

"Tað hevur sera stóran týdning fyri okkum at fáa manning avstað og heim til tíðina. Tað lukkast ofta, men ikki altíð, tí tað ber ikki altíð til hjá oljufeløgum at planleggja uppá dagin. Tað kann vera veður og vindur, sum órógvar, trupulleikar við operatiónini á feltinum, ella onnur skip, sum hava trupulleikar, soleiðis at hini skipini mugu taka eitt eyka tørn. Men sum oftast riggar væl at skifta manning. Flogsamband úr Føroyum er gott, og tað hevur stóran týdning. Men í hesum korona tíðum er tað sera torført. Tí er tað gleðiligt at fáa hetta at bera til heima í Føroyum, og ikki minst gleðiligt at manning sleppur undan smittuvanda umvegis flogvallir, og manningin sleppur beint til hús, tá teir koma í land,” sigur ein fegin stjóri í Skansi Offshore, við oljan.fo, nú fýra av teimum fimm frálandsskipunum hjá reiðaríinum eru komin heim at skifta manning.

[object Object]

Øll Skansaskipini heim at venda

Fyrst til Føroya var Kongsborg, sum legði at bryggju í Havn seinasta leygardag. Kongsborg er nýggjasta skipið í Skansaflotanum og varð bygd í 2013. Hon gjørdi skjótt av, og fór eftir stuttan steðg aftur til Askepot feltið í norska partinum av Norðsjónum, har Equinor er fyristøðufelag. Kongsborg var eitt skifti nøkur ár herfyri við trailarum til Smyril Line.

Tíðliga mánamorgun kom Eldborg á Havnina. Hon hevur ikki verið her síðani 2009 í sambandi við skipsdópin. Tá vóru kanska eini 1000 fólk umborð, so tað er ein kontrast, sum vil nakað, tá ein er stæddur nærum einsamallur á bryggjuni mánamorgun í hesum koronatíðum heldur Jens Meinhard fyri. Eldborg er við sínum gott og væl 10 ár og sostætt elsta skipið í Skansaflotanum. Marknaðurin hevur verið uppgangandi, og skipið framdi eina umfatandi dokking á sumri 2019, soleiðis at skipið nú er sum spildurnýtt. Uppgangstíðirnar hava tíverri fingið eitt álvarsligt bakkast vegna korona og prískríggj á oljumarknaðinum. Síðani 2009 hevur hon verið víða um, eitt nú í Mozambique og Tanzania, men tó mesta partin í Norra. Í løtuni er Eldborg einasta skipið, sum ikki hevur sáttmála.

Triðja skipið at koma til Føroya var Sjóborg, sum legði at bryggju frammanfyri Vónina góðan tíma aftaná Eldborg. Sjóborg er einasta av teimum fimm skipunum, sum hevur verið í Føroyum eftir, at hon varð bygd. Tað var í 2014, tá hon varð leigað til Statoil at vera partur av boringini hjá West Hercules á føroyska landgrunninum. Nú er hon á sáttmála hjá Equinor. Kontraktin gongur til 2022, við møguleika at leingja til 2027. Sjóborg hevur battarískipan umborð, og var hon tað skipið hjá Equinor, sum kundi vísa mest sparing í olju í 2019. Battaríið hevur havt eina ávísa ávirkan á tað, men tað er fyrst og fremst, hvussu manningin brúkar skipið, sum hevur givið hetta úrslitið sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Tíðliga týsmorgun kom so fjórða frálandsskipið heim at venda. Tað var Saeborg, sum eisini hevur sáttmála við Equinor, har tað í løtuni siglur við veitingum til Martin Linge feltið.

Nú er so bara Torsborg eftir at koma til landið. Hon kemur eftir ætlan mikukvøldið. Torsborg er í arbeiði hjá Norske Shell og siglur við veitingum til Borgland Dolphin á Knarr feltinum út frá Florø.

Við hvørjum av Skansaskipunum eru 12 mans. Tilsamans telur øll manningin 120 føroyingar.